Út við skotgravapolitikki og inn við samstarvi

Soleiðis sum politiska støðan nú er vorðin, er tað neyðugt, at floksformenninir seta seg saman og finna parlamentariskar semjur um lógaruppskotini í Tinginum.

Annika Olsen, løgtingskvinna

-------------------
Tað lættasta í verandi løtu er at sita í hvør sínari skotgrøv og skjóta eftir hvørjum øðrum við, hvør hevur skyldina av, at vit eru komin í politisku ógreiðu støðu. Summi peika eftir Fólkaflokkinum, onnur peika eftir teimum flokkum, sum sita eftir í landsstýrinum og aftur onnur eftir andstøðuni á Tingið (hvør hon so enn er í løtuni). Politikkur er sum eitt hjúnarband, tú kanst neyvan bara geva tí eina partinum skuldina fyri, at hjúnarbandið ikki virkar eftir vild. Ì politikki hava vit øll abyrgd, ábyrgd av at fáa tingini til at glíða, ábyrgd fyri tí áliti,, okkum er sýnt av veljarunum og vegna tey sett at stýra og lóggeva í hesum landinum. Tað var ómetaliga harmiligt, at samgongan skuldi slitna, beint sum øll lógaruppskotini vóru borin í Tingið, men í politikki er man ikki altíð harri yvir, hvussu politisku viðurskiftini laga seg. Eitt mugu vit ásanna, og tað er, at verandi politiska støðan er heldur óvanlig, og tað er ikki ov lítið sagt, at vit hava eina politiska undantaksstøðu í Tinginum. Mál verða í heilum koyrd aftur í nevnd, mál koma ikki úr nevnd, mál verða samtykt, sum eftir fakligum metingum av røttum ikki áttu at verið samtykt o.s.fr. Støðan skyldast helst, at ongin veit hvør er í samgongu, og hvør er í andsstøðu. Sum støðan nú er vorðin kunnu vit velja millum tvinnir kostir. Annar er at liggja í hvør sínari skotgrøv og peika eftir hvørjum øðrum og hin er at vísa ábyrgd, dirvi og samstarvshegni. Eg vil avgjørt mæla til hetta síðsta. Tað liggja heili 100 lógaruppskot í Tinginum í løtuni, nógv góð lógaruppskot, sum eru neyðug at fáa samtykt, áðrenn Tingið fer í summarfrí. Uppskot sum betra um rættartrygdina hjá nógvum borgarum m.a. lógin um brúkaravernd og keyp og sølu av fastari ogn, byggilógin, lógin um ikki at diskriminera fólk við breki á arbeiðsmarknaðinum, lóg um náttúruvernd v.m. Vit eiga ikki at lata tilvildina ráða, har mál verða feld, tí onkur ikki skal fáa æruna av hesum lógaruppskoti. Við tí politiska ótryggleika, sum valdar í Tinginum í løtuni, hevði tað tí verið skilagott, at allir floksformenninir settu seg saman til tess at tryggja eitt so breitt parlamentariskt grundarlag sum møguligt fyri teimum uppskotum, ið liggja í Tinginum, og at fáa málini aftur úr nevnd og samtykt. Tey málini, har tað als ikki er parlamentariskt grundarlag aftanfyri, kann man lata liggja eftir í nevnd. Lata vit tilvildina ráða, eru vit við til at máa støðið undir politisku skipanini, og tað er tað neyvan nakar, sum vil. Tí verða vit noydd at finna tey bestu samstarvsevnini fram, vísa hegni og virðing fyri hvørjum øðrum, júst soleiðis sum tað fundamentið, okkara aldargamla Løgting byggir á.