Fyri at skilja yvirskriftina muga vit fara aftur til grundina, tá Føroyagrunnurin bleiv stovnaður.
Kreppan sum rakti Kjølbrofyritøkuna síðst í sektiárunum bleiv loyst við, at Nationalbankin gav til gávus 7 mió. kr til ein grunn, sum kom at eita Føroyagrunnurin frá 1971.
Tá eg var formaður í grunninum bleiv mær fortalt frá persónum, sum vóru við at finna hesa loysn, bleyv tann sjálvsama samatetingin av nevdini gjørd við bert einum fyri eyga, júst at tryggja sær, at hettar ikki bleiv ein polittiskur samansettur grunnur, sum landið kundi fara av stað við.
Útnevningin hvør skal sita í nevdini er reint lokal fyri at tryggja lokaláhugamálum, persónarnir verða allir, uttan formaðurin sum verður valdir beinleiðis av landsstýrinum, valdir eftir innstillan frá teim ymsu fagfeløgunum og kommununi her í Klaksvík.
So sigast má, at tann sum lat hesa, tá stóru upphædd, nevnuliga Nationalbankin hevur tryggjað seg fyri, at hettar var ein grunnur fyri samfelagið her norðuri, so væl sum tað kundi lata seg gera.
Um tað er rætt ella skeivt av gunninum ikki at vera við at endurreisa Kósavirkið við bátum, skal eg lata vera ósagt her. Men Føroyagrunnurin hevur við at selja seg partvís burturúr vinnuni, drenað vinnuna her norðuri við kanska væl yvir 100 mió. kónum.
Soleiðis sum eg síggi tað, hevur grunnurin broytt seg frá at vera ein góður bakkur fyri vinnuna og annars alt lokalsamfelagið her norðuri til at vera ein professjunellur fíggjargrunnir við kaldari og kyniskum handilsligum stevnumiðum fyri allar Føroyar og uttanlands við, men bara ikki fyri norðoyggjar, sambart útsøgnum frá grunninum sjálvum sum sigur seg ”hava tænt sína vernaplikt her norðuri”.
Tílík úttala frá grunninum eigur ikki at fara afurvið uttan at fáa avleiðingar, tí eftir mínum tykki hevur hvør tann einasti í grunninum sum stendur aftan fyri hesa útsøgn ikki bert svikið andan í stovnani av grunninum, men svíkja nú samfelagið her norðuri, so tað er bert eitt at gera, og vil eg heita á Landsstýrið um at fáa formannin útskiftan, samstundis vil eg heita á øll avvarðandi feløg og kommunu, sum innstilla hesi, at heita á Landstýrið sum velur eftir innstillan frá tykkum um at fáa hesi fólk skift út sum sjótast, tí tað hastar at fáa grunnin aftur at virka eftir tí leisti, sum Nationalbankin so innarliga ynskti fyri allar Norðoyggjar at frama.
Við vón um bjarta framtíð her norðuri.











