Út í vesti - inn í ongum

Brimil var á Klaksvík í gjár, og meðan teir liggja við bryggju, fer ein kappróðrarbátur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag rógvandi fram við teimum, út eftir vágni, og alt sá út til at vera í lagi. Allir mans í bjargingarvestum.

Nakað seinni kemur báturin aftur fram við, men nú er ein onnur støða; nú var bert róðursmaðurin í bjargingarvesti. Avgjørt var tí at kanna hetta nærri.

 

Tað vísti seg at róðursmaðurin var í bjargingarvesti, og at restin av manningini hevði lati seg úr bjargingarvestunum og høvdu teir liggjandi í bátinum.

 

Tað er ikki meiningin at bjargingarvestarnir liggja í bátinum, manningin skal vera í bjargingarvestinum, tá teir ella tær eru í bátinum.

 

Sambært reglunum fingu hesir so 1.000 krónur í sektaruppskoti hvør.