Tá Vestergaard sigur nei...

...so verður tað nei. Tað vita vit øll longu framm­an­und­an, og so kunnu øll í utt­an­lands­nevnd­­­ini, fólka­floks­fólk, fyrr­ver­­andi fólk­a­floks­fólk ella ikki-fólk­a­floksfólk siga og halda hvat tey vilja.

Tey vóru øll so fegin í gjár, og Høgni Hoydal fegn­að­ist í sjón­varp­inum um søg­u­liga semju um makrelin, tí ein samd nevnd uttan um Fólka­flokk­in og Poul Mich­el­sen sig­ur, at Jac­ob Vest­er­gaard skal selja 60.000 tons av teim­­um 150.000 tonsunum til hægst­bjóðandi.

– Endiliga hava vit fingið sett hol á málið um eina til­feing­­is­­búð, og endiliga fáa vit lump­­að eitt tilfeingisgjald í­­gjøgn­­um uttan um Fólk­a­flokk­­in.

Men gloymið alt um hatta. So frægur stirðil er ikki í løg­­ting­­­i­num, at tey fara at taka eitt so stórt stig utt­an um flokk­­in, sum stýr­ir fiski­­vinn­­uni. Tjóð­veldi, Sam­bands­­flokk­­ur­in og Javn­að­ar­flokk­­ur­in tora ikki at leggja á ann­­an bógv, enn fólka­floks­bógv­­in, og har­við verð­ur tað. Fólka­­flokk­ur­in ræð­ur eina í fiski­­vinn­­­u­mál­­­inum. Fólka­flokk­­ur­­in handl­ar, hini bara snakka...