Pál Weihe, yvirlækni, ávaraði fleiri ferðir áðrenn ólavsøkuna, at hann óttaðist fyri, at koronasmittan fór at breiða seg á ólavsøku. Tað vísti seg, at hann fekk rætt, og løgmaður heldur, at føroyingar ikki hava tikið tilmælini í nóg stórum álvara.
– Tað var staðiliga og inniliga heitt á føroyingar áðrenn ólavsøkuna um at ansa sær og taka atlit til tilmælini, fyri at smittan ikki skuldi breiða seg. Tí hann (red. Pál Weihe) sá fyri sær, at smittan fór at vísa seg komandi vikurnar aftaná. Tíverri fekk hann rætt, sigur løgmaður.
– Men eg vil siga, at Føroya fólk var ávarað væl og virðiliga áðrenn. Men onkursvegna var tað blivið soleiðis, at vit høvdu livað so leingi uttan smittu, at fólk ikki tóku tað nóg alvorligt. Úrslitið síggja vit tíverri nú, sigur hann.
– Summarið gjørdi, at fólk fóru at síggja for lætt uppá tað og fóru at liva tað normala lívið. Mann livdi nærmast sum um at eingin vandi var, hóast staðiligar áheitanir og áminningar komu frá almennu myndugleikunum allatíðina, sigur Bárður á Steig Nielsen við FM1.
Hoyr alla samrøðuna við løgmann, sum Árni Gregersen gjørdi seinnapartin, við at trýsta á pílin undir myndini.