Bill Justinussen var so herliga ókompliseraður í svari sínum: hann vil fegin flyta nøkur frá figgjarlógarpromillu av hesi góðu ætlan (t.d. bústaðum fyri minniment) á hasa góðu ætlan (t.d. avvenjing). Skal bert taka undir við landsnevndarformanni okkara um virðið í slíkum smáflytingum uttan semju ið røkkur fram í tíð – og so harmast um, at Bill tók stig til brúka neyðstøðuásetingina um frávik í átrokandi málum at taka rættin til umrøðu frá Føroya fólki og minnilutanum á tingi.
Hetta seinna var poengið hjá mær: vit kunnu illa tosa um heimsins elsta fólkaræði og skriva stjórnarskipan við minnilutarættindum, tá ið høvuðsreglan er vorðin, at allar reglur um viðgerðarstig og viðgerðartíð verða settar til viks. Kritikkurin hjá mær var ikki minst vendur ímóti formansskapi okkara, men serliga móti Bill og teimum, sum ikki vildu lata dagslýsi koma framat teimum fíggjarlógarbroytingum ið hann annars rósar sær av.
Lítið hevur tú góðsið fingið
Annita á Fríðriksmørk hevur tvey argument í svari sínum: fyrst, at hon sum móðir Grettis kann siga um meg, at ungdómur og vísdómur fylgjast sjálvdan at; síðani, at eg skal vera ímóti at lata Fróðskaparsetrinum eina millión eyka.
Nú eru sjálvandi fá so mettaði av kunskapartræsins fruktum sum Annita, men lat meg kortini minna Annitu á orðini hjá móðir Grettis beint eftir staðfestingina um vitsku hansara:
Lítið hevur tú góðsið fingið
av tínum faðirs ræði;
fært tú ikki meiri frá mær,
tá verður tær størri skaði.
Vandamálið hjá Annitu er, at hon ikki hevur vísdómin hjá Grettismóðir, men heldur ger skaðan verri, sum landsstýrið og samgongan longu hava gjørt, bæði tá ið ræður um fólkaræðisliga framferð, men sanniliga eisini fíggjarliga raðfesting.
Vit brúka alt ov lítið til útbúgving í Føroyum. Vit skulu fleirfalda framleiðsluna hjá Fróðskaparsetrinum og øðrum skúlun eftir miðnám, vit mugu semjast um at tryggja øllum lestrarsøkjandi lestrarpláss, og serliga mugu vit hava semju um fíggjarkarmin hjá Fróðskaparsetrinum fleiri ár fram í tíðina.
Men Annita á Fríðriksmørk hevur gingið við til at gera føroyskan politikk til tjúkkan havragreyt: ongin veit, hvat er hvat, ongin munur er, onki val millum landsstýrisins lágu raðfestingar av útbúgving og møguliga høgu raðfestingar andstøðurnar; bara greytur. Á jólum 2008, tá Annita ætlaði sær at gerast eysturoyarumboð, tók hon við samseku sínum 5 milliónir av setursjáttanini – og breiðkaði vegir. Nú hevur hon møguliga funnið tað einu aftur. Men hetta er líkamikið; fáa vit ikki semju í lag um at vaksa um Setrið, so verður sum hjá bátsmonnum Grettis. “so bjóða vit ikki bøtur!”
Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins