Romantiskur kærleiki sýnist vera eitt 'can't live with it, can't live without it' fyribrigdi, og er at finna í øllum mentanum vit vita um ígjøgnum mannasøguna. Forelskilsi er ein rúsur, eitt high, eins væl og eitt rættuligt low, tá illa gongur. Í hvussu er, eru flest okkara helst samd um, at talan er um eitt týðandi felags menniskjaligt fyribrigdi, ið rakar tey flestu onkunstaðni á lívsleiðini. Seinastu árini hava fleiri stór universitetir tí brúkt nógvan pening uppá gransking, ið roynir at skilja, hvørjar drívmegir eru handan romantiska kærleikan. Roynt verður eitt nú at fáa greiðu á, hvørt øll vera drigin at somu eginleikum, ella um munur er á tí, vit fella fyri?
Men ber yvirhøvur til at skilja romantiskan kærleika vísindaliga? Er meiningin ikki júst, at kærleiki er gandakendur og kensluborin, tað øvugta av turrari vísind? Niðurstøðan í stórum pørtum av granskingini tykist vera, at romantiskur kærleiki, í roynd og veru, er rættuliga sjálvsøkin.
Uttanfyri okkara ávirkan
Beauty is in the eye of the beholder og smag og behag eru kend orðafellir. Tað er ymiskt hvat vit falla fyri, verður stundum ført fram. Men er hetta veruliga so? Niðurstøðan hjá fleiri granskarum er eitt rungandi nei. Teir argumentera fyri, at tað vit vera drigin at, í stóran mun, er ein objektiv stødd. University of Aberdeen, gjørdi fyri nøkrum árum síðani í hesum sambandi, eina røð av spurnarkanningum, har luttakarar vóru bidnir at døma um, hvussu vøkur og dragandi nøkur andlit vóru, ið komu fram á einum skermi. Tey skuldu seta kross við tey andlit, tey hildu vera serliga dragandi. Úrskurðurin aftaná nógvar kanningar var, at 8 út av 10 høvdu valt somu andlit. Kanningin gav ábending um, at vit vera drigin nøkunlunda at somu eginleikum, í hvussu er tá um útsjóndina umræður.
Felags fyri andlitini, ið fingu flest vakurleikastig, var, at tey vóru rættuliga symmetrisk. Mannfólkunum dámdu best kvinnuligu andlitini við feminimum eyðkennum, eitt nú smælri kjálkabein, ímeðan kvinnunum dámdu best mannligu eyðkennini, t.d. eina breiðari høku. Somu úrslit vísa seg í øðrum kanningum, ið skulu kanna, hvat vit vera drigin at. Eitt nú dáma flestu kvinnum djúpri mannfólkarøddir, frammum snjallar røddir, og flestu mannfólkum dámar betri hægri kvinnurøddir. Tað sama vísir seg í kanningum, har kynini bæði skulu meta um kropsbygnað. Kendasta dømi er, at flest mannfólk eru samd um, at ein kvinna helst skal síggja út sum eitt tímaglas, við smælari miðju, men breiðum hoftum.
Víst verður á menningarlæruna, sum frágreiðing uppá úrslitini. Drívmegin handan teir eginleikar, vit vera drigin at, er ynski um at fáa eitt sunt avkom. Eitt nú gevur eitt symetriskt andlit ábendingar um, at talan er um ein frískan persón, ið er førur fyri at fáa sunn og sterk børn. Ímeðan tað øvugta, evolutionert sæð, kundi givið ábendingar um genetisk brek. Sostatt er frágreiðingin uppá, hvørjar útsjóndir vit falla fyri, ikki júst serliga romantisk, í vanliga týdninginum. Tvørturímóti er ynski um at føra okkum sjálvi víðari á bestan hátt, ótilvitaða drívmegin.
Annað enn útsjónd?
Men vit fella ikki bert fyri útsjónd. Persónseginleikar, sosialir førleikar og status hava eisini stóran týdning. Doug Henrick, professari á Arizona State University, hevur í sínari gransking samanborið samanspælið millum kynini við tað sum vit kenna frá djóraheiminum.Hann hevur víst á, at áðrenn paringartíð stundar til, fara hannar ofta upp at berjast. Tann hannurin sum vinnur, er sjálvskrivaður til at fáa honirnar í sín lut. Í djóraheiminum, hiðani vit stava, hevur status í sosiala bólkinum størstan týdning.
Ein 'áðrenn og aftaná' kanning váttaði, at status eisini hevur stóran týdning, tá tað snýr seg um menniskju og romantiska atdráttarmegi. Í kanningini skuldi ein bólkur av kvinnum fyrst stigmeta nakrar myndir av monnum, eftir hvussu drignar tær kendu seg at teimum. Aftaná skuldi ein annar bólkar meta um somu myndir, men hesaferð stóð starv og løn á myndunum. Teir menn, ið áður ikki høvdu fingið serliga nógv stig, fingu fleiri eyka stig í næstu kanningini - alt eftir um teir høvdu góða løn og høg størv. Útsjóndin hevði brádliga minni týdning.
Kanningin gevur ábendingar um, at kvinnur, orsaka av evolutiónini, eru kræsnar. Tí tað skal meiri enn útsjónd til, fyri at tryggja at eitt møguligt avkom yvirlivir. Tess hægri status ein hannur hevur úti í nátúruni, tess betri eru møguleikarnir fyri, at avkomi yvirlivir, tí hannurin er í serstøðu at verja avkomið frá vandum. Henda evolutionera yvirlivingar atferð hongur við. Tí verður víst á, at bæði sosialur status, skynsemi og umsorgan eru eginleikar, ið hava stóran týdning, tá ein kvinna endaliga skal taka støðu til ein mann. Men aftur er genetisk yvirliving, heldur óromantiska, ótilvitaða frágreiðingin.
Hvør fellir fyri hvørjum?
Antropologurin Helen Fisher, frá Rutgers University í USA, er ein teirra, ið hevur framt mest granskinging á økinum. Í einum fyrilestri, ið var kunngjørdur á FORA.TV í 2010, vísti hon á, at sálarfrøðingar vanliga hava avmarkað seg til at sagt, at fólk forelska seg oftast í onkrum, ið er teimum líkur. Líka børn spæla best. Eitt javnlíka útsjónd, sosiala og fíggjarliga bakgrund, eins væl og javnan intelligens. Men hvussu greina vit, at onkur kann koma inn í eitt rúm, har øll eru nøkunlunda á jøvnum føti, men framvegis bert fella fyri einum ávísum persóni? Hetta er framvegis lutvíst ein gáta, men besta boðið hjá Helen Fisher er, at klassisku persónstýpurnar kunnu vera ein partur av frágreiðingini. Sambært henni eru kemisk evnir í heilanum avgerandi fyri, hvørja persónstypu tú mest av øllum hoyrir til. Til dømis eru summi meiri impulsiv av nátúr, ímeðan onnur eru meiri konservativ og varðin.
Royndirnar við øðrum av somu persónstypu kunnu vera avgerandi fyri, hvørt ein velir sær maka, ið er einum sjálvum líkur, ella ikki. Eitt úrslit av ringum royndum kann tí vera, at fólk velja sær mótsetningar. Evolutionert sæð, hevði menniskja, tá tað livdi í smáum bólkum á afrikonsku fløtunum, tørv á fleiri persónstypum, bæði teimum framfýsnu, ið gingu nýggjar leiðir eftir føði, og teimum varnu, ið hildu aftur og sóu vandar áðrenn hini. Tí kunnu javnlíkar, eins og mótsetningar vera hóskandi fyri genetisku yvirlivingina. Helen Fisher er reguliga at síggja í stórum altjóða miðlum, og hevur eitt nú verið við til at ment dating heimasíðuna www.chemistry.com, ið byggir á túsundstals matchingroyndir av persónstypum. Síðan er eitt dømi um, hvussu henda gransking kann nýtast til handilsslig endamál, tí síðan lovar tær, við støðið í vísindaligari gransking, at finna tær einasta rætta makan.
Til deyðin okkum skilir?
Forelskilsi er eitt fyribils fyribrigdi, verður ofta víst á. Hareftir skal kærleiki og trúfesti til hvønn annan taka yvir. Sambært Helen Fisher, ið hevur savnað partøl kring allan heim, varðir eitt forelskilsi í miðal umleið fýra ár. Óromantiska frágreiðingin er, at forelskilsi skal varða nóg leingi til, at eitt par hevur megnað at sett avkom í verðina. Tað er eitt slag av lími, ið skal tryggja at genini vera førd víðari. Men nógv pør halda áfram eftir hetta. Menniskja er eitt av fáum djórum, sum í stóran mun kunnu vera monogam. Tó at eingin trygd er fyri hesum.
Frágreiðingin er, sambært henni, at forelskilsi og kærleiki sita í hvør sínum økið í heilanum. Forelskilsi er knýtt at tí parti av heilanum, har spenningur og gleðisrómur annars eru knýtt til. Tí verður forelskilsi ofta samanborið við ein rús. Ímeðan kærleiki er knýttur at tí partinum, har vit menna serlig varandi tilknýtir og sambond.