Tí verða Føroyar ikki sjónligar í London

OL Í LONDON - Tað er ein sannroynd, at tað kostar nógvar milliónir krónur, um eitt lýsingarátak um Føroyar skal meitla seg fast í sinni á teimum, sum eru í London, meðan OL er, sigur Sigmundur Ísfeld, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni

Føroyar verða ikki sjónligar, tá føroyski Pál Joensen skal svimja undir heimsins størstu ítróttakapping í London í august.

- Vit hava sjálvandi viðgjørt hetta nágreiniliga, og niðurstøðan er, at tað loysir seg ikki, sigur Sigmundur Ísfeld, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni.

Uttanríkistænastan fór fyri jól undir at kanna møguleikarnar at hava eitt stórt marknaðarføringsátak í London, meðan OL er. Uttanríkisráðið í Løgmansskrivstovuni vendi sær til Ferðaráðið og til partar í vinnuni, serliga fiskaútflytarar. Svarið frá teimum flestu var, at OL er ikki gott høvi til marknaðarføringsátak.

Ferðarráðið spurdi seg eisini fyri hjá sínum samstarvspørtum í London, sum beinleiðis mæltu frá at hava slík tiltøk í London, meðan OL er, tí har hendir so nógv hesar dagarnar.

- Grundgevingin var, at tað er sera trupult at verða sjónlig í London hesar dagarnar, umframt at áskoðararnir, sum verða har, hava lítlan og ongan áhuga í at kanna ferðamál ella gera avtalur um at keypa føroyskar vørur, meðan OL er, sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Hann svarar fyrispurninginum, tí Jóannes Vitalis Hansen, sum er sendimaður í London, er í summarfrí.

Páll Nolsøe vísir samstundis aftur, at avgerðin at lata sendistovuna í London aftur hevur ikki havt nakra ávirkan á fyrireikingararbeiðið í samband við OL.

Hava ikki pengar
Úrslitini hjá Páli Joensen eru virðismikil fyri umdømið Føroya úti í heimi. Um hann vinnur heiðursmerki á OL kann føroyska samfelagið sanniliga fáa ágóðan av hesum á ymsan hátt.

Sigmundur Ísfeld sigur kortini, at tað er einki høpi í at royna at marknaðarføra Føroyar í London hesar dagarnar.

- Tað er ein sannroynd, at tað kostar nógvar milliónir krónur, um eitt lýsingarátak um Føroyar skal meitla seg fast í sinni á teimum, sum eru í London, tá OL er. Vit ráða ikki yvir pengunum, sum krevst. Føroysku lýsingarátøkini høvdu druknað í øllum meldrinum, sigur hann og leggur afturat:

- Vit hava sera stóra virðing fyri tí, sum Pál Joensen hevur rokkið. Vit vóna sjálvandi, at hann fær medalju, sum helst hevði givið Føroyum eina rúgvu av umtalu í altjóða miðlum. Tað er kortini meiningsleyst hjá okkum at hava eitt lýsingarátak har, tí Føroyar verða ikki sjónligar í øllum meldrinum. Vit mugu hinvegin duga at lofta umtaluni, sum Pál gevur okkum og brúka hana í framtíðini, sigur Sigmundur Ísfeld.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum er verji hjá føroyskum ítrótti, verður í London undir OL. Hann verður millum annað til staðar, tá Pál Joensen skal svimja 1500 metrar frí. Tað er eisini tað einasta, sum almennu Føroyar gera burtur úr OL á hesum sinni.