Tøvd ull nýtast sum neyðhjálp

Bjarni Hansen í Runavík hevur fingið hugskotið um at gera teppir úr føroyskari ull. Hugsanin er, at tey kunnu latast sum neyðhjálp sum ein partur av menningarhjálpini hjá landsstýrinum

Bjarni Hansen býr í Runavík við sera góðum útsýni yvir ítróttarøkið. Hann er pensjoneraður rørsmiður. Bjarni hevur gjørt eina maskinu, sum tøvir ull við motororku. Maskinan er gjørd úr tveimum plátum. Tú leggur ullina millum pláturnar, og so verður ullin tøvd við at pláturmar flyta seg aftur á fram.

Bjarni Hansen fekk hugskotið til at gera hesa maskinuna, tá ið hann lurtaði eftir Fimmarinum ein dagin, og hugskotið um at lata ullvøru sum menningarhjálp var borið
fram.
Bjarni fekk beinavegin hugskotið um at gera teppir. - Teimum neyðstøddu tørvar hita, tí at tey hava ongastaðni at búvgva, og tøvd teppir eru góð til at halda hitanum, sigur Bjarni.

Brenna 30 tons av ull um árið
- 30 tons av ull verður brent um árið, og tað er spell. Hendan verkætlanin eigur at kunna bera seg. Tøving er eitt 1000 ára gamalt handverk, so hví skal tað ikki rigga i dag?

- Um pengar komu til vega til at keypa maskinur til tøvingina, so kundi tað verið eitt gott íkast til útjaðaran, heldur Bjarni. Tað hevði givið arbeiðspláss í landinum til tey plássini, har tað ikki stendur so væl til. Hugsanin er, at landsstýrið keypir teppini og sendir tey sum neyðhjálp til onnur lond.

- Spinnaríini í Føroyum vaska ullina hjá sær uttanlanda, men um vit fingu eina maskinu til at vaska ullina, so kundu spinnaríini eisini kent ágóðan av verkætlanini.

Bjarni hevur sjálvur eina heimagjørda maskinu í kjallarinum.
- Fyrst leggur tú eitt lag av ull og síðani eitt lag av plastikk fyri at teppið skal vera sterkt. Síðani verður eitt sindur av sápu koyrd á og so eitt lag av ull afturat, greiðir Bjarni frá. Bjarni ynskti ikki, at tann útsendi frá Sosialinum tók myndir av maskinuni. Bjarni hevur fingið góða hjálp til at gera maskinuna, og hann viðurkennnir, at tað hevði ikki gingið uttan ta hjálpina hann hevur fingið.

Hevur søkt um stuðul
Trupulleikin er pengarnir. Bjarni eigur ongar pengar sjálvur til at keypa neyðugu útgerðina. Hann hevur søkt um stuðul til verkætlanina, men einki svar er komið enn. Bjarni metir, at um 100.000 krónur verða latnar, so verður tað nóg mikið til at koma í gongd.

Bjarni tosaði við nógv ymisk fólk um hugskotið, og øll hildu tað vera gott. Hann hevur fingið hjálp frá Kára P. Højgaard til at skriva umsóknina, og fleiri hava veitt moralskan stuðul.

Eldsál
6 bókur hevur Bjarni lisið um tøving. Eisini hevur hann verið í Svøríki og fingið vitan um, hvussu ullin best verður tøvd. Bjarni vísir eitt petti av tøvdari ull, og hon er sera sterk.
Vanliga er ull sera bleyt, og hon kann hálast sundur uttan nakað, men tøvd ull er sera sterk og heit. Bjarni brennur veruliga fyri hesari verkætlanini, og tað er ikki tí, at hann sær hetta sum ein møguleika at vinna sær pening.

- Mítt hjartamál er børnini, sum ikki hava tað so gott. Um verkætlanin gevur yvirskot, so verður tað givið til okkurt vælgerandi endamál - helst til børn í Føroyum, sum ikki hava tað so gott, sigur Bjarni Hansen.