Tí varð tunnilin til Fámjins settur aftur um í raðfylgjuni

Tað er skeivt at geva okkum skyldina, siga løgtingslimir í fíggjarnevndini

Tað vóru upplýsingar, vit fingu í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum førdu til, at Famjinstunnilin datt niður ímillum. Tað staðfestir Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og limur í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

 

Ósemja um tunlar, førdi við sær, at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, legði frá sær mánadagin. Hann vildi nevniliga hava, at tunlasjakkið hjá Landsverkið skuldi gera tunnilin til Fámjins fyrst, og síðani skuldi farast undir Dalstunnilin. 

 

Men løgmaður tók hann av ræði og sendir tunlasjakkið til Dals at bora fyrst. Tískil legði Henrik Old frá sær, tí hann vildi ikki hava ábyrgdina av eini støðu, sum onnur høvdu tikið avgerð um.

 

Løgmaður sigur, at Landsverk mælir til, at Dalstunnilin verður gjørdur fyrst, tí har er støðan hættislig og tað eiga vit at fylgja. Og samstundis hevur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini, víst á, at í Fíggjarnevndini samdust samgongan um, at tunnilin til Dals skuldi gerast fyrst, og síðani skuldi tunnilin til Tjørnuvíkar gerast – men Fámjinstunnilin verður ikki tikin upp á tunguna.

 

Men nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, greiddi Pauli Trónd Petersen frá, at tað er ein heilt ávís orsøk til, at tunnilin til Fámjins ikki verður nevndur í viðgerðini í Fíggjarnevndini. Og tann orsøkin er, at tey fingu greitt at vita í Fíggjarnevndini, at Fámjinstunnilin skuldi bjóðast út saman við Hvalbiartunlinum. Hinvegin skuldi tunlasjakkið fyrst bora til Dals og síðani til Tjørnuvíkar.

 

Sostatt var tað ongantíð ætlanin, at Fámjinstunnilin skuldi verða ein partur av arbeiðsøkinum hjá tunlasjakkinum og tí er hann ikki nevndur. Tað var ein greið avtala, men hví ætlanin er broytt síðani, visti hann ikki at siga.

 

 

Les eisini her: Tveir tunlar í Suðuroy bjóðast út ísenn

 

 

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og sum eisini er limur í Fíggjarnevndini, váttaði upplýsingarnar hjá Paula Trónd Petersen. Tískil hildu teir ikki, at Fíggjarnevndini skal fáa skyldina fyri, at Fámjinstunnilin er farin afturum. Orsøkin er, at upplýsingarnir, tey fingu í Fíggjarnevndini, hildu ikki.