Alexis Sánchez hevur í eina tíð verið á veg úr Arsenal, og nú tykist eitt skifti at vera komið enn nærri, eftir áleyparin í dag als ikki var við í Arsenal-hópinum, sum tapti 2-1 ímóti Bournemouth.
Arsenal-venjarin, Arsène Wenger, viðgekk undan dystinum, at Sánchez ikki var við í hópinum tí at framtíð hansara í felagnum er ógreið.
- Tað er ógreitt við honum í løtuni. Støða hansara er ikki greið í løtuni, hvørki so ella so, og tí valdi eg at lata hann vera heima, segði Arsenal-venjarin á tíðindafundinum.
Fríggjadagin viðgekk Arsène Wenger á fyrsta sinni, at tað er ósannlíkt, at 29 ára gamli leikarin úr Kili leingir um sáttmálan við Arsenal, har hann hevur verið síðani 2014.
Alexis Sánchez hevur verið settur í samband við Manchester City, men sambært SkySports, so bendir nógv á, at hann endar í Manchester United.