Tí varð hann uppsagdur

Frankie Jensen fekk greið boð, tá hann tók av venjarastarvinum.
Liðið skuldi vinna sær sætið í bestu deildini.
Úrslitini vóru eisini væl og virðiliga nøktandi, tá Frankie Jensen varð uppsagdur.
Nevndin var í tvístøðu, tí leikararnir boðaðu frá, at teir ynsktu ikki at halda fram undir leiðslu av Frankie Jensen.
Nevndin fekk fleiri kærur frá leikarunum, sum eisini greiddu venjaranum frá, hvat teir mettu.
Niðurstøðan var, at annað hvørt góvust fleiri av leikarunum ella noyddist Frankie Jensen úr starvinum.
Venjarin segði, at hann kundi finna ein leikarahóp úr høvuðsstaðnum, men tað vildi nevndin ikki.
Og tí varð Frankie Jensen sagdur úr starvinum.