Thomas J. Askham
Nú byrjar árið 2007 at halla og ein situr bæði spyrjandi og undrandi, hvat er hetta fyri eitt samfelag, ið ein er partur av?
Ígjøgnum talu og skrift fáa vit at vita, at okkara samfelag er so bundið av hvat vit fáa og vinna úr havinum, politikkarar standa so at siga í kø, at lovprísa okkara siglandi fólki.
Er alt hetta einans føgur orð, sum onki verunligt innihald hava í sær, er tað skamrós? Halda okkara politikkarar, at tað eru manssømilig kor okkara sjófólk fær, tá vanlagnan rakar - og skaðin er ein verunleiki og arbeiðsførleikin ikki er til at taka arbeiði uppaftur.
Kann Føroya Fiskimannafelag framhaldandi liva við at limir teirra í áravís mugu bíða eftir eini avkláran av skaðum, kann Føroya Fiskimannafelag framhaldandi liva við at limir teirra verða drignir ígjøgnum ein labyrint av stovnum, læknum, advokatum, saksbehandlarum, eg kundi hildið á fram at nevnt allar teir skrankar ein stendur við, tá vanlagnan rakar ein á sjónum.
Eg vil her í styttari útgávu varpa ljós á og greiða frá mínari upplivan, at koma til skaða á sjónum og harvið blíva sendur út av arbeiðsmarknaðinum.
Eg eri onga løtu í iva um, at tað eru aðrir sjómenn, sum hava fingið álvarsligari løst enn eg havi, eg vil kortini greiða frá mínum upplivilsi.
Árið er 2004
Dagurin er hósdagur 17. juni kl. 5.20, vit eru umborð á rækjutrolaranum m/tr Sólborg, túrurin er komin at enda, vit hava fiska við Canada, vit eru á veg inn til Bay Robert at leggja veiðuna upp og nýggj manning kemur umborð, tí byrjast skal ein nýggjur túrur.
Tað er dýrdarveður, eitt sindur av toku, tó onki fyri eitt skip við nógvari nautiskari útgerð og tveimum radarum og fólk á brúnni.
Við fullari ferð blívur »Sólborg« sigld inn í ísfjalli, ongin, sum var á brúnni, varnaðist ísfjalli fyrr enn tað brast.
Eg var kokkur umborð, var við at baka og gera klárt til morgunmat, tá stoyturin hendur, eg blívi slongdur aftur yvir, og fái tí ikki tikið hondina fyri meg, eg komi í borðkantin og í jarnpálegsmaskinuna, og blívi liggjandi á dúrkinum.
Tað er ongin møguleiki at reisa seg aftur og andatrupulleikar eru, tveir av manningini hjálpa mær inn á bonkin at liggja, pínan er ikki til at halda út.
Skiparin, sum var vaknaður av stoytinum, setti seg í samband við land, um at fáa læknar umborð.
Sama dag, 17. juni, blívi eg kannaður av lækna í Canada og í røntgen, hesin vil siga mær, at tað var onki at síggja, bað meg bara fara umborð aftur, alt var í lagi.
Tann 18. juni byrjar heimferðin úr Canada við flogfari, tað er ein túrur uppá 6 tímar, hetta er tann ringasti flúgvitúrur eg nakrantíð havi uppliva, stórar andatrupulleikar allan túrin.
Komin til Danmark, komi eg undir læknahond, hesin læknin staðfestur at eg havi brotið trý rivjabein og annað lunga hevur fingið skaða av stoytinum.
Tann 28. juni 2004 eri eg aftur í Føroyum, tá havi eg ligið á sjúkrahúsi í Danmark, hjá lungaspesialistum.
Nú byrjar tann verunligi mótburður
Hevur tað verið strævið við sjálvari sjúkuni, so blívur tað ikki betur, tá ein fer at kanna møguleikan viðvíkjandi sjúkratryggjan, eg eri tá 59 ára gamal.
At byrja við, sær út til at alt riggar, sum tað skal, Tryggingarfelagið Føroyar útgjalda mær fyrstu ferð tann 11.11.2004. Tann 1. sept. 2005 kemur seinasta gjald.
Kommunulæknin hjá mær skrivar til Tryggingarfelagið Føroyar 9. sept. 2005. Sitat: Livimátin í dag er onki broyttur til tað betra, sammett við støðuna, tá seinasta meting varð gjørd við ársbyrjan, vegna hetta verður hann sostatt sjúkrameldaður til 31.12.2005.
Í sama brævi skrivar kommunulæknin hjá mær hetta. Sitat: Hvørvítt aktuelli trupulleikin er vegna skaðatilburðin ella hjartasjúku eina, kann metingin á R. H. vónandi avdúka.
Hetta sum kommunulækni mín skrivaði, bleiv ein beinleiðis orsøk til at Tryggingarfelagið Føroyar støðgaðu útgjalding til mín.
Nú byrjar aftur ein jongleran frá lækna til lækna, ja tað endar við, at eg blívi sendur til Danmarkar til hjartakanningar fyri forsnevringar.
Á Ríkissjúkrahúsinum verður staðfest, at tað er ongin forsnevringur í blóðæðrunum til hjarta, og at trongheitin eg havi, stavar frá mínum skadda lunga.
Eg forklári fyri Tryggingarfelag Føroyar, hvat niðurstøðan er frá kanningini í Danmark.
Her er ongin hjálp at heinta, tá ert tú so útmaktaður, at tú orkar nærum ikki meir, tá skaðin er so hendur, so hevur tú kensluna av at vera vrakaður, tú hevur als onki virði meir í samfelagnum og hetta er ein ring kensla.
Nú vendi eg mær til Føroya Fiskimannafelag og biði um hjálp, eg fái at vita frá felagnum at eg sjálvur skal venda mær til advokat teirra.
Advokaturin biður meg skaffa allar relivantar upplýsingar um sjúkragongdina, frá læknum, sjúkrahúsi, bæði í Føroyum og Danmark.
Alt hettar bleiv skaffa í ár 2004/2005 síðani er farið eitt samskifti fram millum advokatin hjá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Vanlukkutryggingarráð og har er snøkt sakt onki hent, nú rennur skjótt ár 2007 út og støða mín er óbroytt, kann ikki taka arbeiði uppaftur við fullari arbeiðsmegi, eg eri munandi niðursettur í arbeiðsførleika, blívi viðgjørdur av Føroya Vanlukkutryggingarráð, sum um tað próvtilfar sum fyriliggur, ikki er nóg gott til at avgera sakina.
Seinasta skrivi eg havi móttikið frá advokatinum hjá Føroya Fiskimannafelag er 21.12.2006, har hann skrivar so. Sitat: Vísandi til samrøðu tína við skrivara mín skal eg við hesum boða frá, at eg enn ikki havi frætt frá Føroya Vanlukkutryggingarráð. Eg havi tí sent teimum enn eina áminning. Sitat slutt.
Nú skriva vit skjótt desember 2007, tá er aftur eitt ár gingið síðan henda áminning er farin til Vanlukkutryggingarráðið, tað er onki hent, ein kann spyrja er hetta ein verdigur háttur at viðgera mannalagnur á henda hátt.
Í sama skrivi dagfest 21.12.2006 frá advokatinum hjá Føroya Fiskimannafelag er hendan upplýsing til mín. Sitat: Eg havi samstundis kannað møguleikan fyri at seta fram krav um endurgjald móti reiðaranum í samband við skaðan, sum tú fekst umborð, men sambært teimum dómum og tí løgfrøðilesnaði sum eg havi kannað, so er niðurstøðan tann, at ein tílíkur tilburður har skip siglur á ísfjall, ikki gevur rætt til at krevja endurgjald frá reiðarínum.
Kann tað virkuliga vera soleiðis fyri Palleba og Marsannu og okkum onnur, man stendur meira og meira undrandi.
Hvat umfatar so tann tryggingin tá ein mynstrar? Eru ísfjøllini lúkaði burtur úr hesum tryggingum, fyri mannskapi, men ikki fyri skipið, tí tryggingin tók við tá talan varð um materiellan skaða á Sólborg »ein nýggjur bakki bleiv gjørdur«, ein tryggingarskaði, bleiv sagt.
Eg standi í somu støðu, sum eg stóð 17. juni 2004 sum 59 ára gamal, í skrivandi løtu í september ár 2007 sum 63 ára gamal, onki er hent í form av skaðahjálp frá Føroya Vanlukkuráð og ikki eitt pip av hoyra frá advokatinum hjá Føroya Fiskimannafelag.
At tað skal taka so mong ár at fáa eina avkláring av slíkum málum, er óskiljandi.
Hetta er eitt upplagt evni hjá fjølmiðlunum at byrja at bora og kanna fyri okkum meinigu borgarar, tað kann ikki passa, at tað skal vera deyðin, sum avsluttar sakina, tá kann tað gera tað sama, at koma við eini niðurstøðu.
Trygdarskeiðið sløkti allar vónir mínar
Eg hevði torført við at góðtaka at eg ikki skuldi kunna fara umborð á skip at kokkast aftur, mær dámdi væl at sigla, eg hevði hýrir uppá hondina, men kravið var at trygdarskeiðið mátti fáast uppá pláss.
Eg fór norð til Klaksvíkar at royna, sera torført gekk, eg tók tað nærum í stigum, eg var tvær ferðir, men eg kláraði ikki tað seinasta, at koma uppá botnin á gummibátinum og hálva hann, tá manglaði kreftir, lunga megnaði ikki.
Teir, sum arbeiða við trygdarskeiðið, vildu fegnir hjálpa mær, stóra tøkk skulu tit hava, har norðuri slóknaðu allar vónir mínar at koma á sjógvin aftur.
Varpað ljós á
Við hesi grein míni vil eg vera við at varpa ljós á hvat sum hendir og hvat ein kann seta sær í útsikt tá vanlagnan rakar tann, sum arbeiðir á sjónum og ein spyr, hvar er hjálp at fáa?
Tá skaðin er hendur, sum sendur teg út av arbeiðsmarknaðinum, ja so byrjar ein røð av spurningum at melda seg, umframt tær menniskjaligu líðingarnar, tú kemur at uppliva, hetta sum tú upplivir, er eitt slag av eini kreppu tú upplivur, tú kennur teg maktasleysan í hesum.
Tú situr við eini røð av spurningum, hvat við tryggingarspurningum, hvat við vanlukkutryggingarspurninginum, hvat við sjúkrapengum, hvat við mistari inntøku í øll hesi árini, eg havi gingið uttan arbeiði.
Ásannast má, tá ein hevur fingið ein skaða á sjónum, er tað mín erfaring at langur er vegurin til at fáa hjálp av einhvørjum slag, tú blívur útgjørdur á ein so óverdugan og niðurgerandi hátt, at tú missur mótið, ja alt er vónleyst.
Føroya Fiskimannafelag eigur at kanna og gerast limur í donskum tryggingarfelag, eins og Handverkarafelagið hevur tryggja limum sínum eina góða trygging sum arbeiðir skjótt.
Føroya Fiskimannafelag eigur at arbeiða ella kanna at fáa sín egna saksviðgera við advokatútbúgving, sum kann hjálpa limunum til eina skjóta viðgerð av málum av ymiskum slagi.
Føroya Fiskimannafelag eigur at fara at arbeiða málrætta at fáa sett á stovn grunn til óarbeiðsførar fiskimenn, eg veit at tankin hevur verið borin fram, men hann vann ikki frama, tí undrar tað ein, at hann ikki er komin fyri fleiri árum síðan?
Hetta er ikki ætla sum ábreiðsla á Føroya Fiskimannafelagsleiðsluna, men meira meint sum eitt hjartasuff. Við hesari lýsing av mínum upplivilsum at koma til skaða á sjónum, so siti eg líka undrandi og spyrjandi í dag, hvat tað er fyri eitt Føroya Vanlukkutryggingarráð vit hava, nú 3 ára eftir skaðin umborð á m/tr Sólborg hendi.
Sum áður sagt í hesi grein, so kundi tað verið áhugavert, um Kringvarpið kundi hugt uppá hví tað skal taka øll hesi ár til ein avkláran liggur í einum máli.
Fyri okkum meinigu er her talan um eitt lukka land, eg havi í øllum førum spurt, men onki svar.
Tí trúgvi eg, at ein journalistur kundi fingið greiði á hví so mong ár skulu ganga.
Ì minsta lagi átti ein blaðmaður, útvarpsmaður, sum eina avbjóðan at kanna hatta.
Vinarliga