Í morgun varð skipað fyri trygdarvenjing umborð á Norrönu. Venjingin er nú av. Talan var um eina sonevnda Eagle-venjing, ið varð fyriskipað í samráði við allar avvarðandi myndugleikar.
Í hesum sambandi hevur verið stórt virksemi kring skipið í Nólsoyarfirði nú fyrrapartin.
Í venjingini ringdi ein persónur til Smyril Line og hótti við bumbum. Um sama mundið kom eldur í á dekki 5. Tamarhald varð skjótt fingið á eldinum, og farið var undir at flyta fólk av skipinum.
Venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrönu virka sum ætlað. Her er talan um mannagongdir og samskipan bæði umborð og í landi, hjá Smyril Line eins væl og øllum viðkomandi myndugleikum.
Vandir vórðu førleikarnir at hópflyta fólk av skipinum í vandastøðu, umframt móttøku av hesum somu á landi.
Harumframt skulu Smyril Line og avvarðandi myndugleikar við venjingini og eftirmetingini kunna betra um mannagongdirnar.
Eftirmetingin verður í komandi viku.
Hesi luttóku í venjingini:
MRCC Tórshavn
Tornið á Flogvøllinum
FEF
Fiskiveiðieftirlitið
Atlantic Helicopters
Smyril Line
Tórshavnar sløkkilið
Tórshavnar Havn
Politiið
Sjóvinnustýrið
Vædderen
Brymil
Ansni Tilbúgving
Norðoya Bjargingarfelag
Landsverk
Vága Bjargingarfelag
Eiðis Bjargingarfelag
Strandfaraskip Landsins
Hesi skip og bátar luttóku:
Brimil
Vædderen
Ternan
Rescueboat Ziska
Rescueboat Sverri
Rescueboat Vón
Rescueboat Tór
Rescue Helo
M/F Norrøna