Keypir tú jólagávur?
- Ja, tað geri eg. Eg havi altíð nógvar jólagávur at keypa, so eg byrjaði longu fyrst í november at keypa tær fyrstu, og síðan keypi eg tær so við og við. Fyri meg hevur tað nógv at siga, at jólagávurnar eru avgreiddar, áðrenn jólavikan byrjar, tí tá verður høvi at njóta løturnar og hugsavna seg um jólini uttan at stressa um alt tað, sum enn ikki er gjørt.
Hvussu hava jólini verið hildin?
- Vit byrja altíð jólaaftan við einum túri út í kirkjugarðin at minnast okkara kæru, sum tíverri ikki eru millum okkum longur. Haðani vóru vit boðin til eina máltíð heima hjá verfamiljuni. Síðan gekk leiðin at vitja foreldur og familju.
Kristina Roest sigur, at tey hildu jólaftan heima við hús saman við nøkrum av teirra nærmastu. Sum hjá teimum allar flestu, varð borðreitt við dunnu og rísingreyti omaná.
- Síðan enda vit vanliga kvøldið við onkrum festligum spæli - í vónini um, at jólamaðurin eisini fór at koma fram við hjá okkum aftur í ár.
Hon sigur, at jóladag vóru tey boðin heim til foreldur hennara, og har var góður matur og jólahugni á skránni - og síðan onkur góður jólafilmur.
- Eins og undanfarin ár endaðu vit jólini við einum køldum nátturaborði heima hjá vermammuni 2. jóladag.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Tað er torført at siga, júst hvør besta hendingin var. Tað hava avgjørt verið nógvar góðar hendingar í ár, men skal eg velja eina fram um aðrar, so má tað verða onkur, sum hevur givið mær nakað at líta aftur á og sum sereyðkennir árið á ein jaligan hátt.
Kristina Roest vísir á, at í 2019 upplivdi hon fyri fyrstu fer at stilla upp til eitt løgtingsval. Hóast flokkurin ikki fekk tað besta valið, so náddi hon kortini sínum persónliga máli, sum fyrstu ferð á lista til eitt løgtingsval, og tað fegnast hon um.
- Tað er sjálvandi strævið at føra eitt valstríð, men tað gevur eisini ótrúliga nógv aftur, og tú gleðist um møguleikan at stríðast fyri einari góðari søk, sum tú brennir fyri. Haraftrat kom eg at kenna nógv nýggj fólk, fekk roynt nýggjar avbjóðingar og upplivdi ein stóran uppbakning frá fólki, bæði nær og fjar, og tað seti eg stóran prís uppá.
Nú ein tíð er fráliðin, sigur hon seg minnist aftur á valstríðið við gleði og sum eina stuttliga, mennandi og hendingarríka ferð við góðum samanhaldi og góðum fólki.
- Ein ferð, sum eg ikki vildi verið fyri uttan, ásannar hon.
Hvat er tað keðiligasta?
- Mær dámar ikki so væl at tosa um keðiligar hendingar. Sum heild haldi eg, at vit skulu royna at minnast aftur á tey góðu tingini heldur enn tey keðiligu. Hetta er sjálvandi lættari sagt enn gjørt, og tað slepst næstan ikki undan, at vit á hvørjum ári uppliva at siga farvæl við onkran.
Kristina Roest heldur, at árið 2019 samanlagt hevur verið eitt gott og friðarligt ár, men hon ásannar kortini, at árið eisini hevur víst henni, hvussu sárbær okkara fólkaræðisliga skipan í veruleikanum er, og hvussu vandamikið tað er fyri fólkaræðið, tá valdið fellir í skeivar hendur, sum hon tekur til.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Fyri meg er týdningarmiklast, at øll hava tað gott, at jólahugnin er til steðar, at góður matur er á borðinum - og at børnini hava okkurt at gleða seg til. Nú havi eg tvey børn á ávikavist fýra og seks ár, so tú kanst ætla, at jólahýrurin hevur verið í topp heima hjá okkum.
Hon vísir á, at heimið ongantíð áður hevur verið so nógv prýtt sum hesi jólini, har vættrar búgva í hvørjum heraðshorni, og jólamaðurin er størsta samtaluevnið við hús. Stuttligt hevur verið at sæð, hvussu glað og spent børnini hava verið, og hon heldur, at hetta dregur tey vaksnu við sær barnanna vegna.
- Haraftrat eru vit so vælsignaði við øllum teimum siðbundnu tiltøkunum, sum eru at fara til á Tvøroyri hesa ársins tíð, bæði fyri stór og smá.
Kristina Roest heldur tað vera umráðandi, at hildið verður fast í góðu siðvenjurnar, tí tær eru við til at avmynda okkum, sum persónar.
- Hinvegin, so kunnu vit hava so nógvar siðvenjur, sum vit vilja, men vit skulu minnast til, at vit fáa ongantíð somu jól tvær ferðir. Tí hevur tað alt at siga, at vit eru til steðar á jólum, leggja allan ófrið til síðis og virða einstøku løtuna, tí løtuna fáa vit aldrin aftur.
At enda í hesum umfari ynskir Kristina Roest øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár - við tøkk fyri tað brátt farna.