Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag?
- Ja, tunnilin skal avprøvast beinanvegin. Hetta verður ein stórur dagur, sum man hevur sæð fram til tey seinastu árini.
Tað sigur Johan Troest Davidsen.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Hetta er ein heilt fram úr útbygging. Tunnilin er ein avgjørd orsøk til, at eg valdi at flyta úr Hoyvíkini og út á bygd aftur í 2018. Nýggja vegakervið kemur at knýta Føroyar tættari saman, og hetta kemur at økja um fleksibilitetin og møguleikarnar í gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, ætlanin er brúka tunnilin sum farleið við tað, at mín arbeiðsstaður er í Tórshavn. Við hesum komið eg at spara nógva tíð, sum vanliga hevur verið brúkt í bili, sigur Johan Troest Davidsen.