Tá tvey vórðu til eitt

Tað varð skrivað søga í Tindhólmi hóskvøldið 1. juli 2004. Tá varð endaliga staðfest við undirskriftum hjá bygdarráðslimunum, at báðar kommunurnar við Sørvágsfjørð í framtíðini skulu vera ein

Tað er forkunnugt hjá ikki »innsiglaðum« at sleppa í Tindhólm, so tað skal okkurt serligt til. Eitt nú ein ríkisfundur ella ein kommunusamanleggin. Tvær stórpolitiskar hendingar, hóast tann seinna ivaleyst fer at merkjast betri enn tann fyrra.
Tað regnar við bátahylin í Sørvági, tá fólk byrja at savnast framman fyri Amici, sum liggur klárur at flyta gestir í Tindhólm. Vertirnir eru longu farnir. Fleiri fólk eru boðin, enn báturin hevur loyvi at flyta í senn, so tað gerst ikki annað enn at sigla fleiri ferðir.
Tað er eitt øgiligt nos, tá allar hesar humdraðtals hestakrefirnar knappliga verða blástar afturút. Nógvur roykur og øgiligt sprutt, og báturin mestsum flýgur út eftir Sørvágsfirði við kós moti Múlanum og Pollinum í Tindhólmi
Eiriksboði liggur og syvjar. Er eitt sindur rísin viðhvørt, men fellur so aftur. Tykist eitt sindur lúnutur. Og heiman fyri hólmin er Sundið rættiliga gruggut. Hevur staðið fult av brimi fyrr í dag, greiðir borgarstjórin í Bø frá, meðan vit sigla framvið. Hann hevur sitið og eygleitt líkindini har inni í dag. Mett um, hvussu fer at verða seinni, og um farandi man fara at verða út í kvøld at skriva undir.
Men staðkendir siga, at tá tað seinni í kvøld fer at fjara, verður betri. Tá slætnar, og so er alt í lagi. Men tað skilst á øllum brøgdum, at her er óveður í nánd einastaðni. Trýstið í sjónum er so nógv, at brimgangur eigur at vera uttanfyri.
Teir leggja hann inn á Pollin. Nærkast lendingini og biða fólk vera klár at fara í land. Tað livir nakað væl, og alneyðugt er við fríhaldum, tí hesir nýggju glastrevjabátarnir tola ikki tað, sum tann gamli báturin gjørdi.
?Lat teir so vera ongantíð so fínar, men gamla træborðið hevði ivaleyst tolað fleiri stoytir, enn hesi gera, tosa teir har afturi.
Men her hindrar einki. Onkur teirra, sum út er farin undan, er komin oman at taka ímóti, og bæði fótafimt og klófast er fólkið, sum her kemur, so tað er alt í einum, at øll eru á helluni og sloppin niðanfrá.
Men nú er tað hetta, hvussu tey hava skøtt seg til slíkan túr. Tí hóast tey áttu at hugsað, at her kann vera sjótt at gerast vátur um beinini, eru tað kortini summi, sum møta upp til ein slíkan túr í svartaskóm ella øðrum »donskum« á beinunum. Og tað samstarvar ikki altíð við vátlendið. Hvørki á hellu ella í haga.
Hildið verður at húsunum. Fara inn í tað gamla, men gera skjótt av, tí trongligt er.
Uttan fyri verður tosað um at gera ein lítlan túr vestur á hólmin, áðrenn farið verður til sjálvt hátíðarhaldið í samband við undirskrivingina av avtaluni um kommunusamanlegging, sum er grudnin til hesa vitjanina.
Jú, tað er alt í einum, at ein flokkur er á ferð niðan brekkuna. Onkur verður eftir, men tey flestu munnu ragga sær út móti Neytagjógv og vestur um.
Her uttanvert gjónna liggja verðarnir. 16 eru teir í tali og eru hegnaðir av. Halda til á Nesinum. Liggja her so dólskir og tungir i tjúkka sirminum, sum fær tað at dryppa úr vatntøttu jakkunum hjá gestunum, ið koma órógvandi framvið. Ikki tí. Teir taka tað róligt. Tíma ikki at ómaka sær at rýma.
Verri er við fuglinum. Hann er rýmdur, tosa teir. Fyrsti fleygadagur er í morgin, og eingin landkoma. Meira at kalla steindeytt. Her sær einki út.
Men uttanfyri er lív í sjónum. Ikki sum teir kundu ynskt av veiðandi fugli, uttan av landbrimi. Avvelt. Tað er sum um veturin.
Onlur hendinga lundi kemur baksandi uttan av havinum og hvørvur undir heilt her í upsini. Ein annar kemur út eina aðrastaðni. Ger eitt kast á seg, og er horvin hinvegin.
Tað stendur ein kópur í briminum. Dygst við brotið stingur hann grúkin undan. Hevur ivaleyst varnast allar hesar nógvu túgvurnar, sum knappliga stungu seg upp her omanfyri. Løgin hasi fólkini. Tá nú so vátt er kortini, kundu tey akkurat tað sama bar ligið her, heldur hann kanska? Ger eitt kast á seg og smoyggir sær undir.
Men forvitið er, og skjótt er hann aftur í brotinum. Tykist dáma væl hetta spælið.
Tað liggur eitt mjørkatám um tindarnar, men kortini verður farið niðan í Kollaskarð at hyggja niður í urðina. Ganga niðan undir Júgurið. Eingin fuglur Ikki ein lundi, hóast onkur tykist hava verið í onkrari holu. Bert nakrir fáir havhestar í erva.
Men lítið er at síggja vestur av kortini. Ov tjúkt er, so tað verður eingin steðgur soleiðis her uppi.
Tað verður gjørt skjótt av oman aftur. Halda at gamla húsinum, har søguliga stórhendingin skal avgreiðast. Nú Tindhólmur skal savnast í eina kommunu saman við restini av landinum uttan fyri fossarnar, Bøsdalafoss og Reipsáfoss.
Og tað gongur upp á stás. Nøkur kertuljós standa á borðinum. Gomul kalendaraljós, sum hava staðið eftir i onkrum handli í Sørvági, tá jólasølan var av, sæst á tølunum, sum standa niður eftir ljósinum. Onkur var so illavorðin at halda, at tað, at júst tann 11. december var dagfestingin, sum brunnið var niður til, mundi ikki boða frá góðum, tí hesin dagur varð fyrr hildin at vera føðingardagur hjá onkrum minni væl umhildnum harra.
Men einki bilar. Øll fáa skrivað undir. Myndir verða tiknar, og fólk eru nøgd við úrslitið. Práta og hugna sær, áðrenn farið verður niðan í nýggja húsið at fáa sær ein bita. Og sum vera man er onkur, sum nýtir høvi at siga nøkur skilagóð umum tað skilagóða at leggja kommunurnar saman. Eisini onkur, sum ynskir, at farið verður víðari, so øll oyggin verður savnað í eina kommunu.
Tað sirmar framhaldandi, tá báturin kemur aftur. Tað er fjarandi sjógvur og nakað væl róligari við klettin. Hendan klettin, sum vit kenna so væl frá teirri ferðini, tá Ketil gamli sat her og vælsignaði spikið á sinni. Jú, her livir bæði søga og søgn her úti. Vit hoyra um ørn, sum tekur børn, og um Eiriksboða, ið tekur menn.
Men hál kann hellan vera, so hyggjuráð eru at vera varin, tá farið verður umborð aftur, hóast tað livir minni nú.
Og skjótur er hann aftur á Sørvági við fyrru gongu. Skipar upp og so beinanveg útaftur eftir restini.
So er undirskrivað, og nú skulu bara ymisk praktisk ting avgreiðast. So sum hvar valstøðini skulu vera og soleiðis. Men tað man fara at laga seg, tá tann tíð kemur.