Títtlingarnir: Vit vilja standa saman...

... vit vilja gera okkara besta. Soleiðis ljóðar loysanarorðið hjá títtlingunum. Og títtlingarnir hjá KFUK skótunum í Føroyum fylla 70 ár Krristi himmalferðardag. Sama dagin eru 74 ár liðin síðani KFUK skótarnir byrjaðu í Føroyum

Tað var Henrietta Hansen, KFUK-ari, sum kendi til skótaarbeiði í Danmark, ið helt, at føroyskar gentur skuldu fáa møguleikan at gerast skótar.
9. maj, sum er Kristi himmalferðardagur, eru 74 ár liðin síðani KFUK skótarnir byrjaðu í Føroyum, og fýra ár seinni kundu tær 8 ? 10 ára gomlu eisini gerast skótar. Hetta var byrjanin til títtlingarnar, sum í ár sostatt gerast 70 ár. Av teimum fyrstu, sum vóru við í hesum títtlingaflokki kunnu nevnast Jona Henriksen, Atlanta Weihe og Ester Djurhuus.
Sum nakað nýggjari, so byrjaðu spírur fyri tveimum árum síðani. Hetta eru 6 og 7 ára gamlar gentur. Tilsamans eru 135 spírur, títtlingar, skótar, ungdómsskótar, leiðarar og 4. grein limir hjá Havnar KFUK skótum í ár.
Nú títtlingarnir fylla 70 verður skipað fyri serligum tiltaki sjálvan føðingardagin. Tann fyrri parturin av degnum verður fyri skótarnar, har byrjað verður við guðstænastu og síðani verður farið til døgurða á Hotel Hafnia. Aftaná verður postarenning fyri allar skótarnar og frá klokkan 15.00 byrjar tiltakið alment. Tá verður fagnaðar dagur, har øll kunnu koma at fáa sær kaffi og lagkøku, og harafturat verður ymiskt skótavirksemi til børnini. Loppumarknaður, bomm- og køkutombola verður eisini á skránni.
Klokkan 18.00 verður endað við báli á KFUK-trøðni, har felagssangur og okkurt undirhald verður.