Eg trúgvi á Gud faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar... Geisp.
Tað kann vera líka so tungt at hála seg upp av dyntlinum at játta sína kristnu trúgv, sum tað kann vera at hála seg sjálvan upp úr songini alt ov tíðliga ein sunnumorgun. Doyvandi sámladrynjið hjálpur heldur ikki nógv uppá tað. Sannleikin skerst ikki burtur: Tað er rotið at ganga í kirkju.
Tómar kirkjur
Og tú ert ikki tann einasti, sum heldur vildi brúkt sunnudag fyrrapart í dreymalandi enn á kirkjubonki. Færri og færri fólk kring heimin ganga regluliga í kirkju. Í 50’unum gekk annaðhvør amerikumaður í kirkju og í 1960 varð ein heil milliard dollarar brúkt uppá kirkjubygging, samanborið við 26 milliónir í 1945. Men í dag standa nógvar av hesum glæsiligu kirkjum tómar og nú bara umleið 20% ganga í kirkju, síggja prestar ikki í halaferðina á eftirkomarunum hjá áður so røsku kirkjugangarunum. Bara 20%, sigi eg. Samanborið við restina av vesturheiminum er 20% eitt, bókstaviliga talað, himmalhøgt tal. Í Bretlandi er talið á regluligum kirkjugangarum 13%, í Frankaríki 12. Okkara norðurlendsku grannar eru framúr heidnir: Í Íslandi ganga 10%, meðan Finland og Svøríki hava hvør síni 5%, og Danmark og Noregi hvør síni 3%. Í Belgia, Bretlandi og Frankaríki seta ímillum 50 og 60% ongantíð fótin innum kirkjudyr. Sama tal í Kekkia er yvir 60%.
So har er eingin orsøk, at kenna seg einsamallan undir dýnuni komandi sunnumorgun.
Kirkjufólk eru betri fólk
Men kanska skuldi tú endurhugsað tínar sunnumorgnar og dragsa teg í kirkju hetta vikuskifti.
Tí gransking gjørd seinastu árini vísir at kirkjugongd hevur eina beinleiðis ávirkan á hvussu fittur tú ert.
Deepak Malhotra, sum undirvísir í Harvard Business School, hevur kannað hvørja ávirkan reglulig kirkjugongd hevur á fólk og úrslitini eru sera áhugaverd.
Í einari kanning samstarvaði Malhotra við eina talgilda uppboðssølu, sum bað sínar brúkarar lata pening til eitt vælgerandi endamál. Malhotra fekk eisini fatur á upplýsingum um hvussu átrúnaðarligir brúkararnir vóru, harundir hvussu regluliga teir gingu í kirkju. Kirkjugangandi brúkarar lótu 300% meir enn teir, sum ikki gingu í kirkju.
Men her er tað veruliga áhugaverda: Hesin munurin sást bara sunnudag, tá ið trúgvandi brúkararnir høvdu verið í kirkju um morgunin. Hinar dagarnar var eingin munur.
Vísindafólk rópa hetta “The Sunday Effect”, ella “sunnudagsávirkanina”.
Ein onnur sunnudagsávirkan, sum búskaparfrøðingurin Benjamin Edelman, eisini frá Harvard Business School, fann, var at sunnudagar vóru sannlíkindini at kirkjufólk keyptu porno á netinum nógv minni enn hinar dagarnar í vikuni. Tá keypa tey, eftir øllum at døma, líka nógv porno sum syndararnir.
Ansa eftir, Gud hyggur!
Sunnudagsávirkanin er eitt ítøkiligt úrslit av nøkrum, sum granskarar hava vitað leingi: Fólk skikka sær betri, tá ið tey halda at tey eru eygleidd av Gudi. Sosiali sálarfrøðingurin Ara Norenzayan kallar hetta “yvirnáttúrliga eygleiðingar hypotesan” og fleiri kanningar stuðla henni.
Í einari kanning, til dømis, vórðu luttakarar bidnir um at skipa nøkur orð, sum stóðu í tilvildarligari raðfylgju, í ein setning, sum gav meining. Tey, sum fingu átrúnaðarlig orð (so sum “andi”, “gudiligt” og “heilagt”), lótu eftir kanningina fleiri pengar til vælgerandi endamál enn tey, sum høvdu havt við neutral, ikki-átrúnaðarlig orð at gera.
Í viðgerðini av kanningini, hugleiddu Norenzayan og samstarvsfelagin Azim Shariff um hvussu hetta bar til. Ein møguleiki var, at átrúnaðarlig orð gjørdu fólk beinleiðis varug við, at Gud eygleiddi tey og dømdi tey, og at tey uppførdu seg penari fyri at umganga dóminum. Ein annar møguleiki var, at átrúnaðarlig orð á onkran meira óbeinleiðis hátt aktiveraðu generell samfelagsvinarligar tankar, eins og “næstrakærleika” og “góðgerðir”, sum so fingu fólk at uppføra seg penari. Norenzayan og Shariff heltu meira til seinna møguleikan.
Tilvitaða lívið
Onnur gransking sær út til at stuðla hesum seinna møguleikanum. Eftir eina líknandi orðabaseraðari kanning, vórðu luttakararnir bidnir um at svara einum spurnarblaði, sum mátaði teirra sosialu sjálvtilvitsku. Tað vil siga, at spurnarblaðið mátaði hvussu tilvitað luttakarnir vóru um seg sjálvar í mun til síni viðmenniskju. Og tað vísir seg at øll, líkamikið um tey trúgva á Gud ella ikki, gerast meira tilvitað sosialt tá ið tey hoyra átrúnaðarlig orð. Hoyrir tú átrúnaðarlig orð, gerst tú meira tilvitaður um hvussu onnur síggja teg. Og gerst tú meira tilvitaður um hvussu onnur síggja teg, er góður møguleiki at tú skikkar tær eitt sindur betri.
Hetta er eftir øllum at døma ein generell ávirkan, sum ikki hevur brúk fyri Gudi at virka. Til dømis hongdu granskararnir Max Ernest-Jones og samstarvsfelagar á University of Newcastle myndir upp í eini av matarhøllinunum á universitetinum: Myndir av eygnabráðum í einum føri og myndir av blómum í hinum. Tá ið eygnamyndirnar hingu uppi, ruddaðu næmingar tvífalt betri upp eftir sær samanborið við tá ið myndir av blómum hingu uppi. Tað hevði onga ávirkan um ein tekstur, sum bað næmingar rudda upp eftir sær, var á myndunum. Ávirkanin var hin sama, við ella uttan tekst.
Niðurstøðan er, at um fólk kenna seg eygleidd og soleiðis byrja at hugsa um hvussu onnur síggja tey, so skikka tey sær betri. At verða mintur á Gud, við at spæla við átrúnaðarlig orð ella við at fara í kirkju, er ein góður máti at seta hesa ávirkanina í gongd.
Tí skuldi tú - um altso tú ert samvitskufult menniskja, sum ynskir tað besta fyri tín næsta - kanska umhugsað at sett vekkaran til tíðliga sunnumorgunin. Eitt tómt setur bíðar eftir tínum dyntli.