Flogbóltur
Tveir dystir vórðu leiktir í flogbóltskappingini týsdagin.
Í Hoyvíkarhøllini tók Fram ímóti ÍF, og her gjørdist úrslitið ikki óvæntað, at fuglfikrðingar vunnu tryggan 3-0 sigur. Við sigrinum er ÍF nú ájavnt Mjølni á stigatalvuni, men klaksvíkingarnir hava tó leikt ein dyst færri.
Á Giljanesi vitjaðu kvinnurnar hjá Fleyr, og her høvdu tær helst vónir um eina endurtøku av einasta sigrinum, sum tær hava vunnið á árinum, men hetta gjørdist tó av ongum. Fleyr mutaði ímóti eina løtu, men endaliga úrslitið gjørdist tó ein 3-1 sigur til Drátt, sum við hesum bert er tvey stig aftan fyri tey trý oddaliðini í deildini.