Tætt við avtalu um at bjarga alivinnuni undan arbeiðssteðgi

? Ein avtala er næstan í pottinum um at bjarga sjúkuraktum alibrúkum í einum møguligum arbeiðssteðgi í næstu viku

Arbeiði í verkfalli

Tá ið verkfall var seinast, varð nógv sagt og skrivað um, hvussu hetta ávirkaði tey alibrúk, sum vórðu fongd við ILA.
Arbeiðsgevarar søgdu, at verkfallið var ein vanlukka fyri alivinnuna, tí arbeiðarafeløgini vildu ikki geva undantaksloyvi, so at teir sluppu at røkta tey sjúkuraktu alibrúkini og at taka tann deyða fiskin.
Arbeiðarafeløgini varaðu skjótt aftur, at tey høvdu verið vælviljað, men at arbeiðsgevarar misnýttu støðuna til eisini at gera annað arbeiðið enn tað, sum hevði við sjúku at gera.
Síðani hevur nógv verið tosað um at fáa eina avtalu ímillum Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg soleiðis at undantak kann fáast til at røkta sjúkurakt alibrúk og so at sjúkur fiskur kann takast.

Avtala undir landi
Og tað tykist sum um at báðir partar hava tikið støðuna í stórum álvara og hava roynt at fáa skipað viðurskifti á hesum øki, tí nú er ein avtala ímillum arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg um tey sjúkuraktu alibrúkini í sambandi við arbeiðssteðg, við at koma undir land.
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag hósdagin, upplýsti Ingeborg Vinther, forkvinna, fyri fundarfólkinum, at ein semja um tey sjúkuraktu alibrúkini var heilt undir landi.
Ingeborg Vinther kundi ikki siga so nógv um avtaluna, tí semjan var ikki heilt greið enn, men hon segði, at semjan bygdi ikki á, at arbeiðarafeløgini á nakran hátt skuldi frásiga sær verkfalsrættin.
? Men tað er semja um at fáa skipa viðurskifti á økinum, so at undantaksloyvi kann gevast til at fóðra og annars røkta sjúkurakt alibrúk fyri at forða fyri at stór virði fara fyri skeyti, sigur hon.
Hon sigur, at talan er um eina tvey ára avtalu um tey sjúkuraktu alibrúkini.
Í stuttum ber avtalan í sær, at undantaksloyvi verður givið í hvørjum einstøkum føri og hvørja ferð skal sjúkuváttan fáast til vega frá djóralæknanum.
Nær avtalan verðuur klár at skriva undir, var ikki greitt hósdagin, men Ingeborg Vinther segði, hon var nær við.