Talv
Toppdysturin leygardagin millum klaksvíkingar og hvalvíkingar endaði við einum heldur óvæntaðum teprum sigri til hvalvíkingar. Á øllum fýra borðum vóru klaksvíkingar styrkismettir hægri. Martin Brekká og Finnbjørn Zachariassen løgdu lunnar undir sigurin við ávíkavist javnleiki og sigri á Ólavur Simonsen og Rana Nolsøe.
Í Vestmanna vitjaðu havnarmenn. Teir fór heim við fullum stigatali. Úrslitið er sjálvsagt óvæntað, men tá hugsað verður um at IM John Rødgaard ikki leikti hetta umfarið, er tað vælskiljandi at vestmenningar taptu dystin. Torbjørn Thomsen telvar ikki við teimum hendan veturin, og tá John ikki er við, er liðið sera skert.
Toftamenn og kollfirðingar býttu stigini, sum eisini var eitt nøkunlunda væntað úrslit. Við Boga Ziska og Jens Kristian Hansen á toftaliðnum, er liðið aftur vorðið FM kandidatar, eins og kollfirðingar eru við Hans Kristian Simonsen og Torbjørn Thomsen á liðnum
Brekká vann á Rødgaard í 3. umfari
Martin Brekká hevur fingið flúgvandi byrjan á hvalvíksliðnum. Hann leikti tvey tey fyrstu talvini remis móti Martini Poulsen og Òlavi Simonsen, og sunnudagin gjørdi hann ikki mætari enn at vinna á John Rødgaard. Martin hevði enntá svarta fólkið, og er fáur føroyskur telvari sum hevur megnað tað. Hvalvíkingar vunnu dystin tepurt 2,5-1,5.
Toftamenn vunnu dystin móti havnarmonnum, og eru nú av álvara millum FM-kandidatarnar. Teir báðir, Bogi og Jens Kristian, vunnu á unglingunum Martin Poulsen og Olaf Berg. Rutinan vann sostatt á ungdóminum. Niðara helvtin bjargaðu tó havnarmonnum frá stórtapi, tá Herluf Hansen og Haldur Suni Johansen (hevur havt eina longri pausu frá telving) ávíkavist leiktu javnt og vunnu á Wenzil Højgaard og Helga Joensen.
Klaksvíkingar vildu helst gloyma tapið móti hvalvíkingum við tað sama, og høvdu í Kollafirði møguleika til tess við einum sigri. So varð, men sigurin bleiv ikki stórur. Ólavur vann á Hans Kristian í eyðkendum stíli við offrum a la Mikhail Tal (sum er hansara talvfyrimynd). Torbjørn vann á Rana, sum ikki hevur havt eina góða kappingarbyrjan. Steintór Rasmussen var aftur at síggja á klaksvíksliðnum, og leikti hann javnt móti Eyðálvi Johannesen, meðan Tummas M. Anthoniussen vann á fjórða borði móti Grettir Djurhuus.
Eisini javnt í 2. deild
Tvey lið liggja fremst í næstbestu deildini, nevnliga RT og KTF. Men bert hálvt stig aftanfyri eru sandavágsmenn, og so eiga vit heldur ikki at útiloka havnarmenn í toppstríðnum. Møguliga hava runavíkingar ár besta møguleikan. Teir eru støðugir, og hava í ár fleiri fólk enn í fjør at taka av. Eitt nú telvar Jógvan Næs fyri teir í ár.
Endaliga úttøkukappingin verður í Havn
Av serligum orsøkum, er síðsta og endaliga úttøkukappingin sum skuldi verða í Hósvík, flutt til Havnar. Kappingin verður í hølum HT's, leygardagin tann 30. nov. 2002. Byrja verður kl. 1100.
Í aldursbólkunum B (86-87), C (88-89), D (90-91) og E (92 og yngri) verða 8 luttakarir í hvørjum bólki, telva verða 6 umfør, og umhugsunartíðin í hvørjum talvi er 30 min. hvør. Steyp verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki, og nr. 1 og 2 koma við til NM 2003 fyri unglingar.
Luttakararnir til kappingina verða hesir:
1986-87: Rani Baldursson (KTF), Sjúrður Thorsteinsson (Tvøroyri), Jóhan Hendrik Ellefsen (MT), Olaf Berg (HT), Tummas Hans Rubeksen (HT), Andras Ortind (Sørvág) og Per Jacobsen (GT).
1988-89: Fríðbjartur D. Olsen (HT), Heri Thomsen (GT), Rógvi Mortensen (HT), Andras Mikkelsen (GT), Ingi W. Joensen (MT), Sam Jacobsen (GT), Henry Berg (HT) og Bjarni Jacobsen (HT).
1990-91: Rógvi Dragaberg (KTF), Helgi D. Ziska (HT), Margar Berg (HT), Dia Guttesen (GT), Dánjal P. Jacobsen (KTF), Eilif Arge (KTF), Bogi Hansen (KTF) og Regin Sivertsen (KTF).
1992 og yngri: Eli N. Leifsson (HT), Hjalti Toftum (HT), Magnus Dánjalsson (KTF), Rógvi E. Nielsen (ST), Johan Vørmadal (VT), Jógvan E. Joensen (VT), Heiðrikkur Jacobsen (HT) og Bárður Jacobsen (KTF).