jan højgaard
Tí eiga fiskimenn at hava umsjón við, og reka sína egnu trygd sjálvir. Hetta er rættliga einfalt. Staðin fyri at gjalda til eitt tryggingarfelag, so gjalda vit til okkara egna trygdargrunn, sum so eftir ávísum treytum letur tað útgjald tørvur er á.
Tað líkist púrasta ongum, at menn, sum hava siglt í 20-30 ár ella meir, blíva hóttir við húsagangi ella missa hús, tí at tryggingin teir hava, ikki hjálpur nakað sum helst, tá á stendur. Eg meini sjálvur, at tað er brot á mannarættindini, tá menn fáa at vita, at væl stendur til við trygdini, men at teir ikki fáa tann pening, sum skal til fyri at nøkta húsarhaldið. Tá er trygd bara eitt orð, sum verður nýtt uppá kvamsvís.
Vit hava alt ov nógv óhugnalig dømir um fiskimenn, sum eru sleptir uppá fjall, tá sjúka rakar, tað kunnu vit ikki liva við meir, hetta ætli eg mær at broyta, um eg fái møguleikan sum formaður í FF.