Kanska er hetta árið tað lakasta hjá Havnar Róðrarfelag nakrantíð. Men í kappingini millum dreingjabátar í barnaróðrinum hevur hilnast væl hjá Títlingi, og leygardagin gekk tað so væl hjá Havnar Róðrarfelag í hesi kappingini, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr í summar.
Títlingur var fremstur og harvið stevnir hesin báturin beint ímóti FM heitinum.
Merkisvert var tað, at ein annar bátur hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin, var næstfyrstur. Munurin teirra millum var meiri enn ein hálv bátslongd, og munurin frá Drekanum og aftur til Havfrúnna úr Vestmanna, sum var nummar trý, var ein skutur.
Títlingur er ikki FM vinnari enn, men nú skal vilja meiri enn illa til hjá havnardreingjunum, um teir ikki á Ólavsøku skulu vinna FM heitið.
1 Títlingur 02:32.17
2 Drekin 02:34.14
3 Havfrúgvin 02:35.06
4 Sandingur 02:37.05
5 Royndin Fríða 02:37.13
6 Jallurin 02:38.17
7 Teistin 02:39.03
8 Tambar 02:39.07
9 Junkarin 02:42.04
10 Frúgvin 02:43.02
11 Dúgvan 02:44.03
12 Heykur 02:44.10
13 Hulda 02:48.21
Støðan
1 Títlingur 40
2 Havfrúgvin 36
3 Drekin 32
4 Teistin 21
5 Jallurin 18
6 Royndin Fríða 12
7 Sandingur 6
8 Tambar 3
9 Junkarin 1