Mikukvøldið skipar MFS fyri tema-kvøldið á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn Evnið fyri temakvøldinum er ?At flyta heimaftur?, og saman við Eik fer MFS tá at seta fokus á fleiri viðurskifti, sum hava týdning, um útisetar skulu flyta aftur til Føroya eftir lokna útbúgving.
Millum tað, sum stendur á skránni, eru føroyski bústaðar- og sethúsamarknaðurin, ansingarviðurskifti og fíggingarmøguleikar.
Umframt at varpað ljós á evnini sjálv, verður smyrjibreyð við føroyskum viðskera at fáa og føroyskur tónleikur at hoyra. Hesum seinsta stendur Høgni Lisberg fyri.