Tá tað regnar á prestin...

... dryppar tað á Statoil. Tað merkist á søluni hjá Statoil í Skálabotni, at Fjarðafestivalur er í Kelduni knappan hálvan kilometur frá støðini

Tað er ein sannroynd at størri tiltøk, har nógv fólk samlast, eisini hava sína ávirkan á nærumhvørvið og kanska serliga handlar og sølustøð í økinum. Í Skálabotni er tað bert Statoil, umframt tey á sjálva festivaløkinum, har fólk kunnu keypa.

Á Statoil í Skálabotni merkja tey eisini at festivalur er í økinum. Nógv fleiri fólk koma inn á støðina og sølan er økt hesar dagarnar.


Kioskvørur, sigarettir og grill

Spurd um hvat tey selja mest av hesar dagarnar, svarar Fanny Hansen, at í tí stóra og heila er tað mest kioskvørður.

- Vanliga selja vit nógv av vanligum kioskvørum. Um tað er gott veður, so koma nógv fólk inn her at keypa ís. Eisini koma fleiri yvir til okkum at keypa sigarettir, sum tey ikki selja á festivaløkinum. Eisini eru fleiri, sum koma inn á caféteria hjá okkum og keypa grillmat. Tey selja mat inni í Kelduni, men tá tað eru so nógv fólk, sum vanliga eru á Fjarðafestivalinum, so kunnu bíðirøðirnar gerast nakað langar, sigur Fanny Hansen, sum er krambakvinna á Statoilstøðini í Skálabotni.

Nógvir bilar eru, tá Fjarðafestivalurin er á skránni, og hetta merkja tey eisini. Sølan av bensin og diesel er nógv økt hesar dagarnar, og samanumtikið hava tey eina nógv økta sølu av mestsum øllum vørum.


Eru fyrireikaði

Vanliga eru tvey starvsfólk til arbeiðis á hvørjari vakt, men tá so nógv fólk koma inn á støðin at keypa, er sjálvsagt neyðugt við fleiri starvsfólkum, soleiðs at biðirøðirnar ikki gerast ov langar.

- Vit seta eykafólk inn at arbeiða meðan Fjarðafestivalurin er, og talan er um eitt ella tvey fólk afturat. Afturat tí hava vit eisini avtalur við fólk, soleiðs at vit kunnu ringja til tey um hjálp, um tað gerst neyðugt. Vit eru sostatt væl fyrireikaði, um talan gerst um rættiliga nógv fólk, sum velja at koma inn á støðina, sigur Fanny Hansen, krambakvinna.


Veðrið nógv at siga

Eins og við øllum øðrum tiltøkum í Føroyum, spælir veðrið eisini ein týðandi leiklut. Í fjør var veðrið ikki nakað at reypa av tá Fjarðafestivalurin var, og hetta merktu tey eisini. Tá var nógvur vindur og regn, og tá hættaðu fólk sær ikki at ganga yvir á støðina at keypa. Har er hóast alt hálvur kilometur at ganga yvir til Statoilstøðina, og tá veðrið er so keðiligt, sum tað var í fjør og ikki var gangandi ímillum, so var sølan ikki eins stór og undanfarin ár.

Tað sama ger seg galdandi, um veðrið er gott. Tá hava tey merkt at rættiliga nógv fólk koma inn á støðina at keypa. Tá ganga fólk nógv úti, og fleiri koma yvir á støðina at keypa sær ís og annað leskandi at hava í góðveðrinum, sigur Fanny Hansen, sum er krambakvinna á Statoilstøðini í Skálabotni.

Sostatt kann staðfestast, at tá tað regnar á prestin, dryppar tað eisini á degnin, sjálvt um vit vóna at tað ikki verður váttligt á ársins Fjarðafestivali.