Tá tað regnar í Klaksvík, gera vit bakkaverju í Sumba

Gamalt er, at tá tað regnar á prestin, so drýpir á deknin. Sum nakað nýtt hava vit nú fingið tað, at tá tað regnar í Klaksvík, gera vit bakkaverju í Sumba.

 

Jákup Joensen,

Sumba



Hetta var helst tað, sum sat eftir, tá ið vit hoyrdu løgmann svara einum fyrispurningi í tinginum fyri einum 14 døgum síðan um bakkaverjuna í Sumba. Væl veit eg, at hetta er ikki fyrstu ferð, at tjóðveldistingmaðurin her suðuri hevur reist henda spurning og var tað tí við stórum áhuga at lurta varð eftir svarinum.

Sum vanligt er, og so langt sum vit eru skotnir frá miðstaðarøkinum, so hevði hetta mál tíanverri ongan almennan áhuga hjá fjølmiðlunum og hava teir tí vananum trúgvir heldur ikki nevnt tað við einum orði. Men í okkara verð hevur tað stóran áhuga.

Í útvarpinum hoyrdu vit, at beint eftir stóru skriðulopini víða hvar í landinum sendi landsstýrismaðurin í vinnumálum fíggjarnevndini umsókn um játtan til ábøtur í Streymoy, Eysturoy, Borðoy, Kunoy og Kallsoy og vóru tá játtaðar 4,3 mió. kr. eftir trimum døgum.

Fyri at undirstrika álvaran í málinum, hvat Kallsoynni viðvíkti, so segði útvarpið, at eisini løgmaður sama dag í samráð við landsstýrismannin í vinnumálum sendi fíggjarnevndini bræv um ábøtur eftir skriðjulopí Kallsoynni.

Tá ið fíggjarlógirnar fyri 2000 og 2001 vóru til viðgerðar, spurdi sami tingmaður eftir umsókn frá Sumbiar kommunu um stuðul til bakkaverju, men fekst tá heldur einki svar hesum viðvíkjandi.

Støðan er hon, at seinastu árini eru fleiri hundrað metrar av bakkanum í Sumba ruddir oman av brimi, og umsóknir um fíggjarliga hjálp eru sendar landsstýrinum. Talan er um gamlan veltan bø, sum upp ímóti 20 metrar niðan er farin fyri ongum, og henda stóra náttúruvanlukka stendur við og versnar.

Talan er um eitt stórt mál fyri eina lítla kommunu sum okkara, sum ferð eftir ferð hevur gjørt vart við málið, men sum higartil einki aftursvar hevur finið frá landsins stýri, og ikki nær námindi tí afturljóði, ið skriðjulopini fyri norðan høvdu við sær. Tað var tí av stórum áhuga, tá ið fyrispurningurin hoyrdis tyvir heibleiðis sendaran úr tinginum, at vit hvat spurdist burturúr.

Løgmaður varð dpurdur, um hann ikki kundi nýtt sama framferðarhátt viðvíkjandi Suðuroynni, sum hann gjørdi viðvíkjandi Kallsoynni, og sent fíggjarnevndini umsókn um eykajáttan til bakkaverju í Sumba sum skjótast.

Og tað sum kom burturúr svarinum hjá løgmanni var, at nú tað hevði regnað so illa í Klaksvík og omanlop hevði verið í Skorðini í Fugloy, so fór kanska onkur at forbarma seg yvir bakkan í Sumba.

Vit unna øllum, ið hava verið fyri vanlukkum, allan bata, og vóna so eisini, at arbeitt verður við hesum álvarsmáli okkara, til nakað kemur burturúr. Tað ber ikki til, og vit kunna ikki liva við, at rætturin til ábøtur eftir vanlukkur er tengdur at, hvør umsitur hetta mál í Tinganesi.