Túsundtals útlendingar flýggja úr Libya

Útlendingar í túsundatali flýggja nú úr Libya. Tey tora ikki at verða verandi, tí eingin veit, hvat Mummar Gaddafi kann finna uppá fyri at varðveita valdið. USA hevur leigað eina ferju, sum er komin til Tripoli, og sum ætlandi fer til Malta seinnapartin. Teir amerikonsku ríkisborgararnir í Libya hava fingið boð um at møta á havnarlagnum og at hava passið við sær. Tvær turkiskar ferjur eru farnar úr býnum Benghazi við umleið 3.000 turkiskum gestaarbeiðarum.

Bretland hevur sent herskipið HMS Cumberland til libysku strondina, og bretar bíða eftir lendingarloyvi til tvey flogfør, sum teir ætla at senda til Tripoli. Fronsk flogfør hava longu flutt nógvar franskar ríkisborgarar úr Libya til París, og Russland, Niðurlond, Spania, Pólland og Ukraina hava gjørt av at senda flogfør til Libya eftir sínum ríkisborgarum.

Nógvir kinesarar arbeiða í Libya, og kinesisku myndugleikarnir hava gjørt avtalu við Grikkaland um, at nakrar grikskar ferjur skulu flyta umleið 15.000 kinesarar úr Libya til Kreta, skrivar Reuters.