Seks skip sita føst í ísinum millum Áland og Svøríki. Ísbrótarir eru til staðar, men hava ikki megnað at brotið seg gjøgnum ísin enn. Ógvusligi kuldin, sum hevur verið um alt Evropa í vetur hevur gjørt at nógvur ísur er í Eystursjónum. Hetta hevur áður elvt til trupulleikar hjá ferðamannaskipunum, men ídag bar ikki til longur og skipin standa nú føst uttanfyri Kapellskær í Svøríki.
Tað eru ferðamannaskipini, Amorella, Mariella, Finnfellow, Via Mare og fraktskipini Sea Wind og Regal star.