Túsundtals danir fagnaðu drotningini

Fólk í túsundatali vóru uttan fyri Amalienborg fyrrapartin at fagna Margrethu drotning, sum fyllir 70 ár í dag. Tríggjar ferðir komu drotningin, Heindrikur prinsur, synirnir við konum og børnum út á balkongina at heilsa teimum nógvu, sum stóðu á slotsplássinum í tí góða veðrinum.

Um eina løtu fara drotningin og Heindrikur prinsur at koyra í rossavogni ígjøgnum Keypmannahavn.

Í kvøld verður veitsla fyri m. a. umboðum fyri kongshús í øðrum londum. Tað eru tó ikki øll tey bodnu, sum sleppa til Keypmannahavnar orsakað av flogbanninum.