Mótmælistiltakið hjá teimum 74 áhugafeløgunum og fakfeløgunum, sum umboða nógvar túsund limir, ið er á Vaglinum í Havn í løtuni hevur sera stóra undirtøku.
Bæði Sjónvarpið og Rás2 senda beinleiðis frá tiltakinum.
Á skránni á Vaglinum eru røður, undirhald og tónleikur.
Fakfeløgini leggja dent á, at tiltakið í dag bara er tað fyrsta av fleiri tiltøkum, sum tey ætla at seta í verk fyri at leggja trýst á samgonguna.