Carlsen systrarnar sendu eina heilsan heim til Føroya júst nú, eftir at tær framførdu sangin Standing up for love.
Nú hava Carlsen systrarnar framført í danska Melodi Grand Prix. Sangurin Standing up for love er nummar sjey, og tey, sum ynskja at atkvøða fyri teimum, skulu senda boðini ”sang 7” til nummar 1212. Eftir framførsluna sendu tær tríggjar, Vanja, Laila og Barbara eina heilsan heim til Føroya á føroyskum.
- Hey øll somul har heima í Føroyum. Gott at tit eru har fyri okkum. Vit føla tykkara stuðul 100 prosent, túsund takk fyri, søgdu tær tríggjar í DR fyri løtu síðani.









