Jóhan Jógvansson, bóndin í Saksun, hevur fleiri ferðir áður víst á trupulleikar og avbjóðingar við skjótt vaksandi ferðavinnuni í Saksun. Á facebookvanga sínum hevur hann nú lagt nakrar myndir út, sum vísa, hvussu ferðavinnan hevur ávirkað nakað av lendinum í haganum.
Í tráðnum tekur hann støði í aldargamla høvuðsvegnum millum Saksun og Tjørnuvík, sum í dag sær heldur øðrvísi út enn fyri nøkrum árum síðani. Jóhan Jógvansson greiðir soleiðis frá um søguna til rásina:
- Hendan vegin hevur øll ferðsla, gomul og ung, ross, seyður og byrðar, kirkjufólk og fjallmanningar gingið í óminniligar tíðir. Tann ferðslan hevur megnað at gjørt eina rás, sum so dánt hevur verið sjónlig í landslagnum ein varði í dagar móti luftini hevur hjálpt teimum at finna gøtuna, skrivar hann.
##med2##
- Uppá bara eini fýra fimm ár við hópferðavinnu, er túsund ára gamla gøtan smildrað sundur og slitin til eina djúpa veit niður í lendið. Nær brekkan niðanfyri fer á glið av slitinum fáa vit at síggja, skrivar Jóhan Jógvansson.
- At javna svørin til eina rás hevur tikið fleiri hundrað ár. Slitið frá svørinum og niður hevur tikið 3-5 ár. Hvussu halda tit, her fer at síggja út eftir 25 ár við hópferðavinnu? spyr hann retoriskt.
Umframt gomlu høvuðsgøtuna hevur bóndin í Saksun eisini nakrar aðrar myndir, sum hann brúkar til at brúka ávirkanina frá ferðavinnuni. Sí myndirnar her:
##med3##
##med4##
##med5##