Tí stilli eg ongantíð upp

Klumma

Løgtingsvalið er yvirstaðið fyri hesuferð. Tað er langt síðani, at eg havi fylgt so væl við í valstríðnum, sum eg havi gjørt hesaferð. Kanska er tað tí, at eg eri komin í aldurin, har nógv, sum eg kenni, hava stillað upp - ella eru virkin í politikki.


Í ár vóru tað nógv innan miðlaheimin, sum valdu at fara upp í politikk. Ein ikki so einføld støða, tí dagliga arbeiði kann jú verða at granska júst tað, man sjálvur vil uppí. Tá ið Høgni Hoydal á fyrsta sinni kom inn í politikk, var eg rímuliga nýútbúgvin blaðkvinna, og eg minnist hvussu ill eg var, at hann "útnyttaði" sína støðu sum sjónvarpsmaður og journalistur fyri at koma inn um tingsins gátt. Nógv ár eru liðin síðan tá, og nógv hava gjørt sum hann. Eg blívi ikki ill longur, kanska eitt sindur kedd, tí eg haldi, at tað er synd at okkara starv sum blaðfólk, sum er minst líka týdningarmikið sum tað á tingi, verður minni og minni vert.


Men tað var als ikki hendan tvístøða, sum mín klumma skuldi snúgva seg um. Orsøkin til at EG ongantíð fari at bjóða meg fram er sjálvandi partvís hon, sum eg havi lýst ovanfyri, men um eg skal verða púra erlig, so er hon líka nógvhendan: Eg tori ikki.


Eg hevði ongantíð klárað at rópt út til alt Føroya fólk: "VEL MEG". Hví meg? Tað eru óivað nógv onnur, sum klára arbeiði nógv betri enn eg - ella?


Og hvat um eg ropi, og ongin svarar? At bunkarnir á borðinum hava eitt tómt hol - og tað er har, mítt navn stendur klistrað! Bara tankin er so flovisligur, eg krimpi tærnar.


Tí beundri eg tykkum, sum tora at stilla upp og stilla tykkara persón og tykkara meiningar fram. Tað má verða eitt satt "egoboost" at fáa fleiri hundrað persónar, sum trúgva uppá ein, men mínir tankar fara til øll hini, sum ikki fingu meira enn nakrar fáar atkvøður frá mammu, pápa, abbasysti og gummusoninum…


Eg elski demokratiið, men sjálv haldi eg meg nokk til at seta ein kross á eitt pappír og síggja upp til tykkum øll, sum standa á pappírinum.