Týskur smádrongur horvin í Spania

Spanska løgreglan leitar eftir einum fimm ára gomlum týskum drongi, sum var og ferðaðist har saman við mammu síni. Tey bæði fóru við bili úr Týsklandi og skuldu halda summarfrí í Espiel, sum er har suðuri í Spania.

Týskvøldið kom tann týska kvinnan inn á eina løgreglustøð. Sambært løgregluni hevði hon fingið snuddir og var illa fyri. Hon var ikki før fyri at siga løgregluni, hvat var hent, og hon dugdi heldur ikki at siga, hvar sonur hennara var.

Kvinnan varð flutt á sjúkrahús. Løgreglan fann seinni bil hennara í einum mýrilendi. Har leitar løgreglan nú við hundum, gummibátum og tyrlum eftir tí fimm ára gamla dronginum, skriva sponsk bløð í dag.