Týskur ivi um nýggj ES-lond

Eftir ætlanini fáa Bulgaria og Rumenia limaskap í Evropasamveldinum á nýggjárinum, men nú sigur Týskland seg ivast í, um tað er rætt at geva londunum limaskap longu tá.

Í næsta mánað skal ES-nevndin leggja fram eina frágreiðing um, hvussu langt tey bæði londini eru komin við sínum fyrireikingum til limaskapin. Í tí sambandi hevur týski forsetin, Horst Kohler, sagt, at tað er umráðandi, at Bulgaria og Rumenia fáa skil á lógarverkinum, so tað er í samsvari við lógarverkið í ES. Harafturat krevur hann, at londini steðga allari korrupsjón, áðrenn tey kunnu sleppa upp í ES.

Týskland hevur ikki góðkent avtaluna, sum gevur Bulgaria og Rumenia limaskap á nýggjárinum. Tað hava Danmark, Frakland og Írland heldur ikki gjørt, og øll fýra londini hava kunngjørt, at tey fara at taka støðu til málið út frá tí, sum fer at koma fram í frágreiðingini hjá ES-nevndini í næsta mánað.