Týskur HM-sigur á súkklu

Heldur óvæntað vann týski Bert Grabsch HM-heitið í einkultstarti, tá hetta varð á skránni í gjár. Ikki minst varð Levi Leipheimer roknaður sum favorittur, men hann rakti ikki dagin, og so koyrdi Grabsch sigurin heim. Og sera óvæntað fór silvurið til canadiska Svein Tuft, sum tó súkklaði 42 sekund seinni enn Grabsch.