Týskur festivalur evakueraður í kvøld

Vandi er fyri yvirgangi móti stóra rock-festivalinum Rock am Ring

 

Týska løgreglan hevur í kvøld givið fyrireikarunum av størsta rock-festivalinum í Týsklandi, Rock am Ring, boð um at steðga festivalinum og flyta fólk út av festivaløkinum.

Orsøkin er, at løgreglan hevur illgruna um, at yvirgangsálop kann verða gjørt ímóti festivalinum.

Umleið 80.000 gestir eru á Rock am Ring, og í kvøld skuldi Rammstein var høvuðsnavn.

Rock Am Ring verður hildin á kendu koyribreytini Nürburgring umleið 100 kilometrar frá Køln.

Fyrireikararnir siga, at teir stuðla avgerðini hjá løgregluni, sum heldur seg hava upplýsingar um yvirgangsætlanir ímóti festivalinum.

Seinni í kvøld fer týski innanríkisráðharrin at hava tíðindafund í sambandi við evakueringina av Rock am Ring.