LANDSLIÐIÐ
Á middegi í gjár hevði FSF ikki fingið nakað avboð. Eingin av teimum átjan landsliðsspælarunum, sum skulu til Íslands í morgin, hevði latið frætta frá sær. Tað vóru góð tíðindi fyri FSF. Í gjárkvøldið skuldu fýra landsliðsspælarar syrgja fyri at koma undan síðstu royndini uttan skaðar.
Um sjálvsálitið fór at styrkna, ella um tað fór at fáa eitt skump skeiva vegin fekst at síggja í gjárkvøldið. Tá var B36 á Skála. Á heimaliðnum var Jónhard Frederiksberg einsamalli landsliðsmaðurin. Á B36 liðnum vóru tríggir spælarar, sum skulu til Íslands í morgin. Teir eru Jákup á Borg, Julian Johnsson og John Petersen. Pól Thorsteinsson er eisini landsliðsspælari, men hann er leikbannaður og skal tískil ikki spæla á landsliðnum fyrrenn ímóti Týsklandi um eina stóra viku.
Tveir av álopsspælarunum, sum skulu royna seg í Íslandi, skoraðu sunnudagin. Christian Høgni Jacobsen var á NSÍ liðnum, har hann skoraði til 1?0 ímóti VB, og Andrew av Fløtum skoraði fyri HB til 2?0.
Týskland á rættari kós
Rudi Völler og týska landsliðið royndu seg sunnudagin á heimavølli ímóti Kanada. Úrslitið var 4?1 til heimaliðið, sum fekk ein skelk, tá ið Kanada eftir 20 minuttir legði seg á odda.
Men Týskland svaraði skjótt aftur. Carsten Remelow javnaði til 1?1 undan steðginum, og í 2. hálvleiki skoraði Týskland trý mál afturat. Málskjúttar vóru Paul Freier, Fredi Bobic og Tobias Rau. Tað er óneyðugt at siga, at Føroyar í oktober taptu 2?1 í Týsklandi.
Føroyar hava tvær ferðir roynt seg ímóti Kanada. Tað var á heimavølli í 1989. 14. apríl vunnu Føroyar 1?0 í Gundadali ? Torkil Nielsen skoraði málið ? og tveir dagar seinni vann Kanada 1?0 í Klaksvík.