Eingin fekk skaða, tá eitt týskt rutuflogfar gleið út av teirri hálu flogbreytini á flogvøllinum í Dortmund í dag. Flogfarið var á veg á flog, men flogskiparin valdi at steðga, og beint eftir fór flogfarið útav.
Flogfarið, sum felagið Air Berlin eigur, er av slagnum Boeing 737 og skuldi til Las Palmas við 165 ferðafólkum. Manningin taldi seks.
Ein talskvinna fyri Air Berlin sigur, at tað var ein samanrenning av hálku og nógvari ferð, sum gjørdi, at flogfarið gleið út av flogbreytini.
Tað hevur kavað illa nógvastaðni í Týsklandi í seinastuni.










