Týsklondini hildu fast um múrin

Berlin-múrurin gjørdist ítøkiliga ímyndin av kalda krígnum. Og fyri 20 árum síðani gjørdist hann eisini ímyndin av fallinum hjá jarntjaldinum. Í veruleikanum var talan um ein múr, sum eingin vildi hava – men sum Týsklondini illa kundu vera fyriuttan

Kalda kríggið

Tá Robert Oppenheimer og hansara starvsfelagar í Manhattan-proejektinum framleiddu fyrstu kjarnorkubumbuna, gjørdist hetta byrjanin til endan av seinna heimsbardaga.
Men hvussu gleðiligt tað so enn var fyri heimin, at kríggið var av, skapti hetta eisini eina ræðslu. Menningin av einum somikið ræðuligum vápni, hevði gjørt útlitini fyri einum kríggi, har allur heimurin kundi leggjast í oyði til nakað, sum kundi metast sum sannlíkt. Og sannlíkindini fyri hesum gjørdust enn størri, tá brintbumban varð ment. Ein bumba, sum var somikið ræðandi, at bæði amerikumenn og russar steðgaðu royndarspreingingum. Men framvegis stóð tesan eftir, at enn hevði heimurin ikki sæð eitt vápn, sum ikki var tikið í nýtslu í kríggi.

Skuldi prógva kommunismuna
Fyrst og fremst vóru tað hesi ræðandi útlit, sum skaptu eystur- og vesturblokkin.
Ein onnur tesa staðfestir, at eitt kríggj ongan tíð hevur sum endamál at gera egna verju veikari. Men vandin fyri hesum var ovurstórur við nýggju vápnunum, og tí gjørdist talan um eina vápnadubbing, har ræðslan fyri álopi og einum totalum kríggi var sterkasta vápni.
Júst hetta gav kalda krígnum eginleikan at fastfrysta støður, og bert henda fastfrysta støðan kundi skapa ein bý, sum – 50 kilometrar inni í eysturblokkinum – var býttur upp í amerikanskan, russiskan, franskan og bretskan sektor.
Marxistiska hugsjónin borgaði á pappírinum fyri, at Eystur-Berlin við tíðini skuldi prógva fyri vesturheiminum, hvussu sunnan búskaparvøkstur kommunisman í veruleikanum kundi skapa. Í dag kann hetta kanska tykjast sum ein vónleys roynd, men tað tordi vesturheimurin als ikki at vóna. Serliga ikki við atliti til, hvussu stóran vøkstur industrialiseringin hjá Stalin hevði skapt í Sovjetsamveldinum.
Tí varð kapitalisman í Vestur-Berlin stuðlað við Marshall-hjálp, stuðuli frá Vesturtýsklandi og eisini frá CIA. Alt við tí endamáli at gera Vestur-Berlin til ein kapitalistiskan og demokratiskan sýnisglugga inni í total-statinum, sum Stalin sjálvur hevði skapt.

Forðaðu brain-drain
Hóast hetta, so ivaðust kommunistisku ideologarnir framvegis ikki í, at kommunisman skuldi sigra.
Stóri trupulleikin var, at væl stuðlaða kapitalisman í Berlin skapti eitt satt brain-drain. At hava ein sundurskildan bý, ið ikki var meira sundurskildur enn so, at fólk frítt kundu ferðast ímillum, skapti grundarlag fyri fólkaflýggjan vestureftir. Ein fólkaflýggjan, sum í 1956 vísti, at hálv onnur millión eysturtýskarar vóru flýggjaðir vesturum.
Nikita Krusjtjov, bóndin, sum var blivin russiskur aðalskrivari, hótti við at kroysta vesturlendsku kreftirnar úr býnum, men tá Eisenhower-stjórnin í USA mutaði ímóti, bakkaði Krusjtjov.
Ístaðin segði hann við eysturtýska starvsfelaga sín, Walter Ulbricht, at Eysturtýskland inn 1961 fór at yvirhála vesturlendska pendantin í livistøði. Ein visjón, sum als ikki helt. Í 1961 vóru 2,7 mió fólk flýdd vesturum. Og meira enn nakað gav hetta kommunistiska heiminum ein forkláringstrupulleika.
- Kann sosialisman ikki vinna í DDR. Kann kommunisman ikki vísa seg sum besta skipanin her. So hava vit ikki vunnið. Somikið grundleggjandi er spurningurin fyri okkum, staðfesti rusiski varaforsetin, Anastas Mikojan í juli mánaði í 1961. Sami Mikojan, sum árið fyri hevði sagt, at Castro-kollveltingin í Cuba var prógv fyri, at kommunisman um stutta tíð eisini hevði fastatøkur á vesturheiminum.
Ulbricht hevði sjálvur í 1952 nevnt hugskotið at byggja ein múr fyri at sklija eystur og vestur sundur í Berlin. Eitt hugskot, sum aðrir kommunistiskir leiðarar tó vóru ímóti. Hetta tí teir óttaðust, at fólk ikki tóku undir við hesum.
- Besti hátturin at sigra á vesturtýsku avbjóðingini er at vinna fólkið. Hetta skal gerast við at brúka politikk og mentan til at skapa eitt betri livistøði, segði Krusjtjov.
Eisini ungverski leiðarin, Janos Kadar, sum sjálvur hevði trýst uppreistrarsinnaðar kreftir niður í 1956, roknaði við ónøgd, um múrurin gjørdist veruleiki.
Men Krusjtjov sá at enda ongan annan møguleika. Bert í juli mánaði í 1961 flýddu 30.000 eysturtýskarar vesturum.
- Eysturtýski búskapurin toldi ikki, at vit einki gjørdu við fráflytingina. Múrurin var einasti møguleikin, sum vit høvdu eftir, segði sovjetiski leiðarin.
Og náttina millum 12. og 13. august í 1961 varð Vestur-Berlin stikaður inni handan píkatráð. Ein gyrðing, sum seinni gjørdist til ein 3-4 metra høgan betonmúr, sum strekti seg yvir 150 kilometrar, og har vakttorn, landminur, hundar og løgreglumenn, sum høvdu boð um at skjóta fyrst og spyrja aftaná syrgdu fyri varðhaldinum.

Spældu við óttan
Og so var múrurin veruleiki. Ein veruleiki, ið tóktist eins fastfrystur sum globala politiska støðan. Og eisini ein veruleiki, sum gjørdist ein beinleiðis fyrimunur hjá nøkrum.
Hóast kalda kríggið var ein ideologiskur dystur millum Sovjet-Russland og USA, so innibar støðugi vandin fyri altoyðandi krígnum eisini støður, har halin veitraði við hundinum, sum fleiri søgufrøðingar hava tikið til.
Fortreytin fyri hesum var, at Sovjetsamveldið og USA hvør í sínum lagi royndu at vinna sær heimsvaldi. Kommunistarnir høvdu tørv á at prógva sína ideologi, meðan USA í sínum lag hevði lært frá tveimum heimsbardagum, at tað var ikki líkamikið fyri USA, hvussu restin av heiminum sá út.
Og hetta gav leiðarum hjá smærru tjóðum møguleika at trýsta og ræða stórveldini. Tað var sum nóg mikið, um tey sannførandi megnaðu at hótta við at fara hendan ella handan vegin. Tito megnaði hóast kommunismu at halda seg leysan av Sovjetsamveldinum. Mao Zedong og Kina vórðu støðugt mett sum ein latent bumba í kalda krígnum, tí Mao noktaði fyri at hava Russland sum einasta samvinnulandi. Og í Egyptalandi spældi Gamal Abdel Nasser stórveldini somikið væl út móti hvørjum øðrum, at landið fekk ræði á Suez-veitini og fígging til Aswnd-byrgingina.
Vietnam og Taiwan vóru enn meira ræðandi dømi um somu snildir, men eisini í Týsklandi dygdi statsleiðarin at gera sær dælt av somu effekt.
Sameinda Týskland hevði verið ein búskaparligur kraftdepil í Europa, og hvørki USA ella Sovjet tordu at hugsa tankan um, at eitt sameint Týskland fór til fíggindan. Og hóast bæði Conrad Adenauer og Walter Ulbricht vóru trýstir av fólkinum, sum ynskti eitt sameint Týskland, so megnaðu teir báðir hvør í sínum lagi at spæla upp á óttan hjá stórveldunum.
Adenuaer hevði sjálvur sagt, at eitt tvídeilt Týskland var garanturin fyri stuðuli frá Nato. Og í hansara eygum var hetta týdningarmiklari enn eitt sameint týskland, sum helst hevði kravt neutralitet í mun til Nato ella Warzhawa-paktina. Hann vildi tó ongan tíð avvísa Sovjetsamveldinum í samráðingum eitt sameint Týskland - ein slík noktan hevði heilt víst kostað atkvøður. Men hann syrgdi samstundis fyri, at eingin samráðing var í nær námind nøkrum úrsliti.
At sosialdemokratiski andstøðuleiðarin, Kurt Schumacher, segði seg vera til reiðar at tosa um eitt sameint Týskland og hernaðarligan neutralitet, styrkti eisini støðuna hjá Adenuaer, sum við árunum fekk mest sum ovurstórt vald í Nato. Eitt somikið stórt vald, at Eisenhower í 1959 var sannførdur um, at hóast hann og Krusjtjov kundu funnið semju um Berlin, so vildi hann ikki gera nakað, sum kundi fella Adenauar.
Og Eystaru megin var støðan ikki ólik. Ulbricht mest sum vissaði Sovjetsamveldið um, at uttan stuðul fór Eysturtýskland ikki at standa seg. Ein støða, sum gjørdi, at Ulbricht støðugt megnaði at kroysta bæði hernaðarligan og fíggjarligan stuðul frá Moskva.
Og hann tók eisini fleiri fet víðari. Uttan at spyrja Moskva eftir, mótmælti hann enska/amerikanska/franska politikkinum í Vestur-Berlin. Hann sendi sjálvur eina almenna sendinevnd til Beijing, uttan at russar vistu um hetta, og hann spurdi heldur ongan eftir, tá hann broytti mannagongdirnar fyri atongd frá Vestur- til Eystur-Berlin.
Snøgt sagt, so var óttin hjá stórveldunum fyri, at teirra sameindu kundu fara til fíggindan, ov stórur, til at somu stórveldi tordu at vísa sína megi. Týsku statirnir stýrdu snøgt sagt sjálvir týska politikkinum hjá stórveldunum. Í báðum førum væl stuðlað av múrinum, sum eingin teirra veruliga ynskti – men sum hvørgin kundi vera fyriuttan í taktiska spælinum.