Týskland vil ikki hava fleiri jødar

Síðani 1990 hava 197.000 jødar úr gamla Sovjetsamveldinum valt at búseta seg í Týsklandi, men nú vilja týskararnir ikki hava fleiri

Tá tað kommunistiska stýrið í Eysturtýsklandi fall í 1990, samtyktu týsku myndugleikarnir, at jødar í gamla Sovjetsamveldinum, sum kendu seg hóttar, kundu búseta seg í Týsklandi, vildu teir tað. Hetta komst av, at gamla Eysturtýskland vildi ongantíð átaka sær nakra ábyrgd av, at Hitler-stýrið beindi fyri seks milliónum jødum, so nú vildi tað sameinda Týskland bøta um hetta.

Hesi fjúrtan árini síðani eru 197.000 jødar fluttir úr gamla Sovjetsamveldinum til Týsklands. Í løtuni bíða 27.000 aðrir eftir innferðarloyvi, men nú vilja týskararnir ikki hava fleiri. Orsøkin er, at nógv teir flestu jødarnir, sum eru komnir til Týsklands, liva av almannaveitingum. Tí hava myndugleikarnir gjørt av, at í framtíðini tekur Týskland bara ímóti teimum jødunum, sum kunnu ávísa, at teir vænta at fáa eitt arbeiði har.

Tað kann tykjast løgið, men í veruleikanum er tað Ísrael, sum hevur lagt trýst á týsku stjórnina fyri at fáa hana at sýta teimum nógvu jødunum uppihaldsloyvi, skriva týsk bløð. Tað hevur nevnliga víst seg, at jødar vilja heldur búseta seg í Týsklandi enn í Ísrael. Eitt nú fluttu 19.200 eysturevropeiskir jødar til Týsklands í 2002, meðan 18.000 valdu at búseta seg í Ísrael. Søgur vilja vera við, at einir 50.000 jødar eru fluttir úr Ísrael til gamla Sovjetsamveldið. Teir hava so tveitt tað ísraelska passið burtur og hava síðani søkt um uppihaldsloyvi í Týsklandi ístaðin fyri.

-So løgið tað ljóðar, er Týskland vorðið eitt Paradís fyri jødar, sigur ein limur í einum jødiskum felagsskapi við týsk bløð.