Týskland varðveitir kjarnorkuna

Formenninir í stjórnarflokkunum í Týsklandi samdust í gjárkvøldið um at halda lív í landsins kjarnorkuverkum longri enn ætlað. Eftir semjuni skulu verk, sum eru bygd aftan á 1980, brúkast 14 ár afturat, meðan eldri verk verða latin aftur innan átta ár.

Angela Merkel, samveldiskanslari, segði undan fundinum í gjár, at av tekniskum orsøkum er tað skilagott at brúka kjarnorkuverkini eini 10 -15 ár longri enn ætlað, og harafturat eru verkini ein trygg orkukelda og hjálpa Týsklandi at røkka málinum um at skerja CO2-útlátið.

Kjarnorka hevur leingi verið eitt umstrítt mál í Týsklandi. Fyri stuttum vísti ein meiningakanning, at 56 prosent av teimum spurdu vóru ímóti at leingja livitíðina hjá teimum týsku kjarnorkuverkunum.