Týskland vann á Serbia

Týskarar spældu venjingardyst ímóti Serbia á SchalkeArena í Gelchenkirchen um vikuskiftið. Úrslitið var 2-1 til Týskland, hálvleiksstøðan var 1-0 til Serbia. Basko Jankovic legði Serbia á odda eftir 18 minuttirs spæl. Síðsta korterið vaknaði Týskland veruliga. Oliver Neuville javnaði til 1-1 í 74. minutti, og í 82. minutti skoraði liðskiparin, Michael Ballack til 2-1. Estland, sum Føroyar skal spæla ímóti mikukvøldið tapti 1-0 ímóti Litava í Baltic Cup kappingini, sum er ein kapping millum Estland, Letland og Litava. Sigursmálið hjá Litava fall í 87. minutti, og var tað Valerijus Mizigurskis, sum skoraði fyri Litava.