Írland fekk av álvara oyruni í týsku maskinuna í kvøld. Týskland vann ikki minni enn 6-1.
Tveir aðrir dystir hava verið í bólkinum hjá Føroyum, bólkur C. Týskland setti av álvara eina striku undir hvussu sterkir teir eru fyri tíðina. Á Aviva leikvøllinum í Dublin hólvaði Týskland írsku vertirnar av við einum 6-1 sigri.
Marco Reus og Toni Kroos skoraðu hvørsíni tvey mál, meðan Mesut Ozil og Miroslav Klose skoraði hvørsítt. Írland minkaði um munin í yvirtíðini. Søgan sigur tó einki um hetta merkir, at Føroyar nú eru favorittar at vinna á Írlandi. Vit taptu hóast alt bara 3-0 í Týsklandi.
Í Kasakstan endaði tað við málleysum javnleiki millum vertirnar og gestirnar úr Eysturríki. Hetta er eitt greitt tekin um, at Kasakstan er eitt gott lið, sum á ongan hátt verður nøkur løtt uppgáva hjá okkara monnum, sjálvt um teir vóru styrkismettir verri enn vit til lutakastið.
Bólkur C:
1. Týskland 9
2. Svøríki 6
3. Írland 3
4. Eysturríki 1
5. Kasakstan 1
6. Føroyar 0
Øll liðini hava spælt tveir dystir uttan Týskland og Kasakstan, sum hava spælt tríggjar.