Týskland er rakt av gølu, nú leiðari fyri útlendingaøkið í býnum Bremen er lagdur undir at hava selt friðskjól í Týsklandi til umleið 1200 fólk í árunum frá 2013 til 2016.
Leiðarin tók 1000 evrur – umleið 7.500 krónur – frá fólki, sum í grundini ikki høvdu møguleika at fáa friðskjól í Týsklandi.
– Týskarar høvdu kensluna av, at tamarhald var komið á tilflytingina til Týskland, men hetta setur aftur gongd á kjakið, um tað bara eru fólk, sum vóru í neyð, sum hava fingið friðskjól í Týskland, sigur Lykke Friis, vararektari á Københavns Universitet, við DR.
Muturgølan í Bremen leggur trýst á innanríkisráðharran Horst Seehofer, sum týsdagin skal greiða týska tinginum frá málinum. Hann skal millum annað siga, hvør visti hvat nær, og um líknandi hendingar eru farnar fram aðrastaðni í Týsklandi. Ábendingar er um, at Seehofer, sum tók við í innanríkisráðnum í vár, fekk at vita um hendingarnar í Bremen, men valdi at tiga við tí.
Stjórin fyri týsku asylmyndugleikarnar, Jutta Cordt, sigur við Deutsche Welle, at nú fara tey at gjøgnumganga 18.000 umsóknir um friðskjól í Bremen av nýggjum.