Týskarar vístu enn einaferð, at teir standa ógvuliga væl á vøllinum. Russland hevði bóltin nógv, og hevði nakrar naskar málroyndir, men tað gjørdist kortini Týskland, sum fór við øllum. Lukas Podolski sendi ein djúpan bólt til Mesut Özil, sum spældi bóltin hegnisliga til Miroslav Klose, sum kundi skora enn eitt mál fyri Nationalelf. Özil var nær við at økja til 2-0, men skotið hjá honum rakti yvirleggjaran. Arshavin hevði eisini ein gyltan møguleika at javna fyri Russland, men hann tók ikki av møguleikanum. Týskland hevur tikið lut í hvørjum HM-endaspæli síðani 1954.