Týskland - Ìsland 24-19 (14-10
Danmark - Ungarn 25-22 (15-10
Vertstjóðirnar báðar, Týskland og Danmark spældu sínar fyrstu dystir í meginumfarinum í kvøld.
Í Köln tók Týskland ímóti Íslandi, og sum í hinum dystunum hjá íslendingum við hetta HM, so vóru teir væl við fyrstu løtuna.
Móti endanum av fyrra hálvleiki fór Týskland tó at renna undan, tá ið serliga Uwe Gensheimer avgreiddi fleiri skjótálop. Týskarar skutu fýra seinastu málini í fyrra hálvleikinum, so at støðan í steðginum var 14-10 til Týsklands.
Munurin upp á fýra mál helt sær so at siga dystin út. Íslendingarnir spardu stóru stjørnuna, Aron Pálmarsson í longum løtum í seinna hálvleiki, men teir ungu avloysararnir hildu snórin spentan í týsku leiðsluni.
Ein sat við kensluni av, at Ísland hevði møguleikan at koma inn aftur í dystin, men tá ið Aron Pálmarsson ikki kom á vøllin aftur, ov nógv skot vóru brend, og alt ov nógvar útvísingar komu móti teimum, máttu Íslendingarnir geva skarvin yvir, so at týsku vertirnir tóku enn eitt fet móti hálvfinalunum við sigrinum upp á 24-19
Í Herning í Danmark var vertstjóðin risa favorittur móti Ungarn, og tað prógvaðu danir eisini í fyrra hálvleiki. Danmark helt fram við góða verjuspælinum, ið hevur eyðkent liðið higartil, og vanliga eykamálverjin, Janick Green, framdi nóvar flottar bjargingar. Hetta leiddi til at danir vóru greitt á odda 15-10 í hálvleikinum
Ungarn helt hesum muninum, men megnaði ikki at koma nærri. Endin var ein sigur upp á 25-22 til Danmarkar, ið nú av álvara nærkast hálvfinalunum.
Jóhan á Plógv Hansen gjørdi ikki um seg í kvøld.










