HONDBÓLTUR
Heimsins størsta endaspæl í manshondbólti kom til sín enda sunnudagin, tá ið finaludysturin ímillum Týskland og Pólland var á skránni út á seinnapartin. Fyrr um dagin hevði Danmark vunnið bronsudystin ímóti Fraklandi, so nú var bert eftir at avgera, hvat lið skuldi vinna gull, og hvat skuldi vinna silvur.
Undan gulldystinum var Týskland mett at vera favorittur. Teir høvdu steðga tveimum av heilt stóru favorittunum á vegnum til finaluna, tá teir vunnu á ávikavist Spania og Fraklandi í fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni, og við 19.000 áskoðarum í rygginum hevði Týskland óivað ein áttanda mann, sum kundi hjálpa teimum efitr gullinum.
Pólland hevði tó víst fyrr í kappingini, at teir kundu vinna á Týsklandi, tí í innleiðandi bólkinum vunnu teir nevniliga við tveimum málum á týsku vertunum, so teirra møguleikar vóru uttan iva til staðar.
Týskland fekk flúgvandi byrjan
Ikki kann sigast annað, enn at týsku vertirnir fingu eina fantastiska byrjan uppá finaludystin ímóti Póllandi. Teir vístu frá byrjan av, at teir vildu vinna dystin, og hetta fingu polakkarnir veruliga at føla. Eftir 10 minuttir hevði Týskland rættiliga lagt grundina fyri einum sigri, tá teir førdu heili 8-3, og hesa løtuna tóktust profilarnir hjá Póllandi at vera sera troyttir eftir eina langa og strævna kapping.
So við og við kom Pólland tó betur við í dystin. Spælararnir tóktust meir klárir til uppgávuna út á dystin, og seint í fyrra hálvleiki minkaðu tveir av størstu polsku profilunum, Marcin Lijewski og Karol Bielecki, um munin niður í tvey mál.
Nú var munurin at kalla eingin, men síðstu løtuna undan steðginum slapp Týskland aftur eitt sindur frá Póllandi við tveimum góðum málum fá Holger Glandorf, so munurin í hálvleikinum var fýra mál.
Pólland var líka við
Í øðrum hálvleiki fekk Pólland betru byrjanina. Leikararnir tóktust meir greiðir yvir, at hetta var ein HM-finala, og skuldu teir hava nakran møguleika at vinna dystin ímóti favorittunum úr Týsklandi, so skuldi okkurt henda beinanvegin.
Pólland byrjaði eisini at eta meir og meir av leiðsluni hjá Týsklandi, og mitt í hálvleikinum høvdu teir minka so nógv um munin, at nú var týsku leiðslan bara eittans mál. Tá var støðan 22-21. Hesa løtuna lá dysturin rættiliga og vippaði, og bæði liðini høvdu stórar trupulleikar við at fáa mál í eina løtu. M.a. hevði polski høgri vongurin, Juracik, eitt skot á stongina, og hevði hesin bólturin farið í málið, so er ilt at meta um, hvussu finalan hevði endað.
Í staðin var tað Týskland, sum aftur byrjaði at økja um munin, og so var liðugt hjá Póllandi. Teir høvdu ikki fleiri kreftir at koma inn aftur í dystin, og at enda vann Týskland ein uppibornan 29-24 sigur.
Enn einaferð var sigurin bygdur á einki minni enn fantastiskt málmansspæl frá tí fantastiska Henning Fritz, sum tó mátti fara av vøllinum við eini fipurspreinging síðstu løtuna eftir eina av sínum stórbjargingum í dystinum. Hetta vísti seg tó ikki at nerva Týskland, tí Johannes Bitter kom inn í málið og spældi eisini ein fínan dyst.
Heldur óvæntað hevur Týskland nú vunnið heimsmeistaraskapin í manshondbólti framman fyri Pólland og Danmark og ávíkavist øðrum og triðja plássi. Favorittarnir undan kappingini, Frakland, Kroatia og Spania, endaðu á ávikavist fjórða, fimta og sjeynda plássi, so hetta endaspælið hevði fleiri óvæntað úrslit við sær.
Týskland hevur verið við til at mynda oddin í manshondbólti, frá tí at hondbólturin byrjaði. Teir hava eisini fingið nógv góð úrslit seinastu árini, men HM-endaspælið hava teir ikki vunnið síðani 1978, tá távernaid Vesturtýskland vann finaluna ímóti Sovjetsamveldinum. Eftir næstan 30 ára bíðitíð hevur Týskland nú aftur vunnið heimsmeistaraskapin, so nú kunnu fólk bara bíða spent til næsta endaspæl, sum verður EM í januar 2008.