Týskland er flúgvandi

Týska landsliðið hevur rættiliga hugtikið við undirhaldandi álopsfótbólti í ár, og aftur í gjárkvøldið skoraði Týskland fleiri mál í sínum EM-dysti. Týskland spældi á útivølli ímóti Slovakia, sum leygardagin vann 5- 1 á Wales, og týskar vunnu greiðan sigur. Lukas Podolski legði Týskland fram um tíðliga í dystinum, og Michael Ballack økti til 2-0. Síðani skoraði Bastian Schweinsteiger til 3-0, áðrenn Podolski gjørdi fjórða týska málið. Slovakia fekk eitt mál, so dysturin endaði 4-1. Írland og Kekkia spældu í sama bólki, og har endaði við 1-1 javnleiki. Wales kom á føtur aftur við 3-1 sigri á Kypros.